Chelsea tapti í Rom

Fleiri heldur óvæntað úrslit vóru í Champions League í kvøld.

Hjá Roma var talan mest sum um lagnudag hjá Spaletti, sum er venjari hjá felagnum, og hann bjargaði fyribils sessinum við 3-1 sigri á Chelsea.

Á Anfield vann Liverpool sær stig í evstu løtu, tá Steven Gerrard skoraði upp á brotsspark eftir nærum 95 minuttum, og á Cypros vann Famagusta sær aftur eitt stig. Hesa ferð við 3-3 javnleiki móti Roma.

 

Úrslitini í kvøld:

Bólkur A

Cluj Napoca-Bordaux 1-2

Roma-Chelsea 2-1

Bólkur B

A. Famagusta-Inter 3-3

Werder Bremen-Panathinaikos 0-3

Bólkur C

Sporting L.-Shakhtar D. 1-0

Barcelona-Basel 1-1

Bólkur D

Liverpool-Atlético M 1-1

Marseille-PSV Eindhoven 3-0