Chelsea vann sannførandi

Hóast gestirnir úr Newcastle komu á odda, endaði fyrsti dysturin í hesum Premier League umfarinum við sannførandi sigri til Chelsea

Verandi meistararnir í Premier League úr Chelsea hava í seinastuni av álvara fingið vind í seglini, eftir at felagið fekk eina heldur keðiliga byrjan uppá kappingarárið í Premier League. Í fyrsta dystinum í Premier League í dag vann Chelsea 3-1 sigur á heimavølli móti Newcastle, sum ger, at Chelsea nú er ósigrað í Premier League síðani í oktober.

 

Tað var annars Newcastle, ið byrjaði dystin betri, tá áleyparin Dwight Gayle, legði Newcastle á odda eftir 12 minuttum av dystinum. Men beinavegin eftir leiðslumálið til Newcastle, tók Chelsea yvir í dystinum. Tað lá eisini í luftini í nakrar minuttir frammanundan, at Chelsea skuldi javna, tá Eden Hazard eftir 21 minuttum skoraði til 1-1 í dystinum.

 

Seinni í fyrra hálvleiki skoraði Alvaro Morata til 2-1 fyri Chelsea, meðan Eden Hazard í seinna hálvleiki slerdi sigurin fastan, tá hann við brotssparki, økti til 3-1.

 

Seinni í dag vera fleiri aðrir dystir spældir í Premier League. Har er mest spennandi uppgerðin á Emirates leikvøllinum í London, har Arsenal tekur ímóti Manchester United klokkan 17:30.

 

Chelsea – Newcastle 3-1 (2-1)

0-1 Dwight Gayle, 12.

1-1 Eden Hazard, 21.

2-1 Alvaro Morata, 33.

3-1 Eden Hazard (Brotsspark), 74.