Chill vitja í Keypmannahavn

Føroyingar í Danmark hava møguleika at hoyra góðan tónleik á Skarv við góðum og royndum føroyskum tónleikarum Fríggjakvøldið og leygarkvøldið spælir nýggi føroyski dansibólkurin Chill á Skarv. Bólkurin er mannaður við Jens Tummas Næss, sum mest er kendur frá All That Rain og BLITZ, Hans Ravnsfjall sum hevur spælt við All That Rain, Høgna Zachariasen og Torikil Johannesen, sum í 80´inum spældi í bólkinum Plúmm, ið gjørdi lagið ?Stjørnan? sum bleiv ein landaplága, tá lagið upprunaliga kom út á LP´ini ´Ung 85´.