Chojniczanka leikti javnt á heimavølli

Andrias Edmundsson og liðfelagarnir hava enn fyrsta kappingarsigurin til góðar í 2024

Andrias Edmundsson og liðfelagarnir í Chojniczanka hava framvegis fyrsta sigurin í triðbestu pólsku fótbóltsdeildini til góðar í 2024.

 

Í dag tók Chojniczanka móti Stalowa Wola á heimavølli. Andrias var sum vant við á liðnum hjá Chojniczanka frá byrjan. 

 

Chojniczanka mátti taka til takkar við einum 1-1 javnleiki. Grzegorz Szymusik legði annars Chojniczanka á odda tá bert fýra minuttir vóru leiktir av dystinum.

 

Útiliðið javnaði til 1-1 tá bert tríggir minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini.

 

Chojniczanka er nummar átta í deildini við 31 stigum. Bert eitt stig er upp til sætta plássið, ið gevur rætt til at spæla Play Off dystir um uppflyting.

 

Pogon á triðja plássinum hevur 34 stig, meðan Bytom á trettanda plássinum hevur 28 stig, so tað er sera tætt.

 

Komandi sunnudag spælir Chojniczanka dyst á útivølli móti Grudziadz.