Christian R. Mouritsen hevur í kvøld skift frá HB til B36. Tað boðar B36 frá í dag. Framrættaði miðvallarin hevur síðani 2012 spælt við HB.
27 ára gamli spælarin hevur spælt 173 dystir millum teir fremstu her á landi, og hevur hann skotið 53 mál í hesum dystum. Eisini hevur hann spælt 19 A-landsdystir, og er hann skrásettur fyri eitt mál.
Hann spældi í 2009 og 2010 við B36.