Christian í Grótinum komin

Klokkan 20.00 í kvøld legði nýggi Christian í Grótinum at í Norðhavnini í Klaksvík Hópur av fólki tók í móti og ynskti snotiliga farinum vælkomin.

Skipið, sum er bygt í 1987, er keypt úr Noregi fyri o.u. 35 mill og tekur 2100 tons. Ætlanin við skipinum er serliga at partrola við Norðborg.

Norðborg fór á nýggjan túr kl. 21.00 í kvøld. Næstu dagarnar verður Christian í Grótinum riggaður til, so kanska seint í komandi viku ella fyrst í aðru viku fer nýggi Christian í Grótinum fyrsta túrin saman við Norðborg.