DANMARK 1. DEILD
Christian Høgni Jacobsen tykist rættuliga hava fingið høvdið fyri seg í Vejle. Eftir vitjanina í Århus, har Vejle vann 2-0 ímóti FC Aarhus og Christian Høgni Jacobsen var tvífaldur málskjútti, hevur føroyski álopsspælarin skorað sjey av teimum 21 málunum, sum Vejle hevur skorað í hesum kappingarárinum.
Vandi er sjálvandi fyri at taka munnin ov fullan, og beinini eiga at verða hildin á jørðini. Men um Christian Høgni megnar at halda um endan, sum hann rættuliga tykist hava fingið fatur á henda síðsta mánaðin, so kann tað verða so skjótt, at hann fer at verða innlimaður millum stóru málkongarnar í Vejle. Har er nógv at liva upp til. Her verður hugsað um nøvn sum Allan Simonsen, Iver Schriver, Tommy Troelsen, Steen Thychosen, sum nú er venjari í Vejle, og soleiðis kundi verið hildið fram. Ætlanin var ikki at leggja trýst á Christian Høgna, men heldur at vísa á, at í Vejle hava teir átt nógvar framúr málskjúttar. Seinastu árini hevur tað verið eitt sindur soltið, men nú tykist ein at hava víst rætta tevið.
Steen Thychosen hevur víst Christiani Høgna álit. At føroyski landsliðsmaðurin ikki enn er serliga kendur fótbóltsspælari í Danmark, hóast hann eisini hevur roynt seg í superliguni bæði við Esbjerg og Vejle, hoyrdist í Århus leygardagin. Christian Høgni skoraði til 1-0 í 47. minutti, tá ið hann úr vinstru sneiddi framvið tveimum, áðrenn hann skoraði, og ellivu minuttir seinni umsetti hann innlegg frá Peter Degn umvegis tvørtræið og í málið. Í báðum førunum eftir at føroyski spælarin hevði skorað, varð sagt í hátalarunum, at tað var Christian Høgni Andresen, sum hevði skorað!
Hóast tað nú eydnaðist at vinna á útivølli, so er støðan hjá Vejle framvegis einki serlig. Teir eru alt ov tætt at botninum, og tískil komu tey trý stigini sera væl við.
Jann Ingi fyri fyrstu ferð
Fyrrverandi B68 spælarin Jann Ingi Petersen var fyri fyrstu ferð við í hópinum hjá Fremad Amager, og venjarin vísti honum álit beinanvegin. Jann Ingi var á miðvøllinum frá fyrsta bríksli, og hann var á vøllinum, inntil tað restaði eitt korter.
- Eg haldi, at tað gekk hampuliga væl hjá mær. At eg varð skiftur út mundi komast av, at eingin luft var eftir, heldur Jann Ingi, sum sigur seg harmast nógv um, at teir taptu.
- Serliga í 1. hálvleiki høvdu vit gott spæl og fleiri møguleikar, men vit fingu ikki mál, og so var einki at gera, tá ið teir miðskeiðis í 2. hálvleiki skoraðu og vardu leiðsluna. Mótstøðuliðið hjá Fremad Amager í Sundby var Fredericia. Fremad Amager er dygst omanfyri niðurflytingar strikuna. Leygardagin skulu teir spæla á útivølli ímóti Brønshøj, sum eisini er í tyngra endanum.
Horsens tapti
Higartil hevði AC Horsens ongantíð tapt. Men sunnudagin endaði tað galið á heimavølli. Nýuppflutta FC Nordjylland vann 3-1. Hetta var fimti útisigurin hjá teimum á rað, og teir hava fingið fimtan av teimum nítjan stigunum á útivølli.
Randers FC og Silkeborg megnaðu ikki at taka seg inn á Horsens, sum tey hava havt frammanfyri seg alt hetta kappingarárið. Hjá Randers sá tað leingi gott út á Eysturbrúgv, har teir vóru frammanfyri 2-0 ímóti B93. Mne so vendi, og B93 vann 3-2. Sigursmálið fingu teir í yvirtíðini. Silkeborg vitjaði hitt niðurflutta liðið ? Køge. Heimaliðið var á odda inntil farið var undir tíðina, sum dómarin hevði lagt afturat. Tá javnaði Silkeborg til 1-1.
HFK Sønderjylland og Ølstykke tóku seg eitt sindur nærri toppinum. HFK vann 6-0 á heimavølli ímóti Skjold, og Ølstykke vann 5-0 á heimavølli ímóti B1913. Børnshøj tapti 3-1 á heimavølli ímóti Nykøbing Falster Alliancen.
Trý umfør eru eftir undan vetrarsteðginum í næstbestu deildini. Síðsta umfarið verður 9. november, og tá kemur Jann Ingi Petersen heim at halda vetrarfrí inntil eftir ársskiftið.