Tá ið fótbóltskappingin í Føroyum endar í oktober mánaði, pakkar álopsessið hjá NSÍ, Christian Høgni Jacobsen, kuffertini og flytir til Danmark at búgva. Fótbólturin dregur hann av landinum aftur, og málið er at spæla á hægsta stigi í Danmark.
- Eg havi ambitiónir um at spæla í superliguni aftur, og tí fari eg til Danmarkar at royna meg aftur, sigur Christian Høgni.
Gingið strúkandi
Christian Høgni hevur áður spælt fyri donsk feløg og hevur eisini roynt seg í superliguni, men fyri hálvumtriðja ári síðani flutti hann heimaftur til Føroya við álvarsomum skaða. Seinastu tvey árini hevur Christian Høgni spælt fyri barndómsfelagið NSÍ, og serliga í hesum kappingarárinum hevur hann verið flúgvandi.
- Tað hevur gingið væl í ár, og eg ætli mær eisini at spæla hetta kappingarárið liðugt í NSÍ, áðrenn eg fari avstað, sigur hann.
Fleiri møguleikar
Christian Høgni ætlar at flyta til danska høvuðsstaðarøkið, og har eru nógv feløg, sum spæla á høgum stigi.
Fyrrverandi landsliðsvenjarin Henrik Larsen er venjari hjá 1. deildarfelagnum Køge, og har er áhugi fyri Christian Høgna.
- Eg havi ikki gjørt av, hvar eg fari at spæla. Eg havi nakrar møguleikar, sum eg umhugsi, sigur hann.