Christian Mouritsen ikki við B36

Sveinur Tróndarsson, formaður í Kappingarnevndini hjá FSF ger greitt, at Fótbóltssambandið onga støðu hevur tikið í málinum.

? Men har eru nøkur viðurskifti í málinum, vit ynskja at kanna nærri. Hetta hava vit ikki møguleika til fyrr enn í morgin, og so vóna vit at kunna koma við eini niðurstøðu týsdagin, sigur Sveinur Tróndarsson, formaður í Kappingarnevndini hjá Fótbóltssambandinum.

Tað merkir, at spæliloyvi hjá Christian Restorff Mouritsen framvegis liggur hjá HB, og HB er sostatt tað felagið, hann kann umboða í dag.