Christian og Hallur fyrireika seg í sólini

Teir báðir føroysku spælararnir í superliguni fyrireika seg til nýggja kappingarárið undir sólini á lægri breiddarstigum, meðan liðfelagarnir á landsliðnum í næstu viku fara til Thailands.

Í næstu viku, hósdagin 14. februar,lættir fótbóltslandsliðið úr Vágum við kós móti Thailandi. Har hevur Lars Olsen sett sínum monnum stevnu á venjingarlegu. Ein altjóða skrásettur landsdystur er á skránni ímóti Thailandi. Hann verður spældur hósdagin 21. februar.
Venjingarlegan er týdningarmikil liður í fyrireikingunum til ársins fyrsta HM-undankappingardyst. Hann verður ímóti Eysturríki á Ernst Happel Leikvøllinum í Wien fríggjadagin 22. mars.
Í síðstu viku var greitt, at veteranarnir Jákup Mikkelsen og Fróði Benjaminsen ikki fara við á venjingarleguna. Longu tá ið venjarin setti nøvn á leguluttakararnar, var tað greitt, at Christian Lamhauge Holst ikki verður við á ferðini til Thailands, og at Hallur Hansson heldur ikki verður við.

Christian størri leiklut
At Christian Lamhauge Holst ikki fer við landsliðnum á venjingarlegu skal ikki skiljast soleiðis, at venjarin ikki vil hava hann við. Heldur skal tað skiljast soleiðis, at Lars Olsen metir tað at vera størri gagn fyri Christian Lamhauge Holst og harvið eisini fyri landsliðið, at Lamhauge maðurin nýtir tíðina í felagi sínum at fyrireika seg til seinna part av kappingarárinum í superliguni.
Tá ið Brian Kerr var landsliðsvenjari, kendist tað undarligt, at hann í fleiri førum ikki hevði pláss millum teir fyrstu ellivu fyri Christian Lamhauge Holst, sum er tann, ið hvørja viku – eisini í tíðini hjá Brian Kerr – luttók á hægsta støðinum. Síðani Lars Olsen tók við venjarastarvinum hevur eingin ivi verið. Christian Lamhauge Holst hevur verið ein av lyklaspælarunum í framrættaða partinum. Tað verður hann ivaleyst eisini, tá ið Lars Olsen og hansara menn um hálva sjeyndu viku fer at royna seg á útivølli ímóti Eysturríki, har teir framvegis minnast ógvuliga væl Landskrona fyri meiri enn tólv árum síðani og harvið, hvussu tað kann ganga, um uppgávan ímóti teimum smáu ikki verður tikin í álvara.
Síðani 5. januar hava Christian Lamhauge Holst og liðfelagarnir í Silkeborg fyrireika seg til seinna partin av donsku landskappingini. Setningurin í vár er at skava so mikið av stigum saman, at liðið skal varðveita plássið í fremstu deildini. Nógvu tey fyrstu umførini gekk tað syndarliga illa, og so gjørdi leiðslan av, at karisimatiski veteranurin Viggo Jensen skuldi setast sum venjari í staðin fyri Keld Bordinggaard, sum stutt frammanundan hevði verið knýttur at donsku landsliðunum.
Hesin Viggo Jensen var í síni tíð kendur verjuspælari. Hann hevur áður verið venjari í Silkeborg og í Esbjerg. Føroyingar minnast kanska, at Dagur og vika eina ferð kunngjørdi, at hann var nýggjur landsliðsvenjari í Føroyum. Samrøða var gjørd við hann. Seinni vísti tað seg, at sjónvarpið hevði tosað við ein annan Viggo Jensen enn henda, sum nú sveiggjar venjarapískin yvir Christian Lamhauge Holst og liðfelagar hansara.

Christian í Portugal og Turkalandi
Leygardagin kom Silkeborg aftur av venjingarlegu í Algarve landslutinum í Portugal. Í Danmark var januar ógvuliga kaldur, og forsøgnirnar siga framvegis frá kava og kulda. Tað ber vánaligar venjingarumstøður við sær, men í Portugal lá væl fyri at venja, tá ið Silkeborg var har frá 22. januar og fram til leygardagin 2. februar.
Silkeborg spældi tríggjar venjingardystir. Tann fyrsti var ímóti Skenderbeu úr Albania. Úrslitið var 4-2 sigur, eftir at Silkeborg eitt skifti var aftanfyri 2-0. Christian Lamhauge Holst var á miðvøllinum í 1. hálvleiki.
Næsti venjingardysturin var ímóti SV Mattersburg úr Eysturríki. Hetta liðið er á sjeynda plássi í bestu deildini, og úrslitið var 1-1. Silkeborg javnaði í síðstu løtu. Christian Lamhauge Holst var ikki millum teir fyrstu ellivu í hesum dystinum. Síðsti dysturin var ímóti Rapied Wien, sum er eitt av kendastu feløgunum í Eysturríki. Talan var um finalu í The Atlantic Cup, sum henda kappingin nevndist, og Silkeborg tapti 2-1. Heldur ikki í hesum dystinum var Christian Lamhauge Holst millum teir fyrstu ellivu.
Hósdagin fer Silkeborg at spæla venjingardyst ímóti AGF í Aarhus, og týsdagin í næstu viku verður farið til Turkalands, har venjingarlega verður fram til hósdagin 21. februar. Tveir venjingardystir eru á skránni. Annar er ímóti RAD úr bestu deildini í Serbia, og hin er ímoti rKrilya Sovotov úr bestu russisku deildini.
Silkeborg er næstaftast í superliguni. Fyrsti landskappingardysturin eftir vetrarsteðgin verður 1. mars. Hann verður á heimavølli ímóti AaB, sum hevur ein annan føroyskan landsliðsspælara, Hallur Hansson, í hópinum.

Hallur í AaB
Lítil ivi tykist vera um, at Hallur Hansson er ein av teimum, sum næstu árini fer at eiga stóran leiklut á miðvøllinum á føroyska landsliðnum. Hann stóð seg væl í HB í fjør, hann var eyðsýndur á landsliðnum í heyst, og nú hann er fluttur í AaB og harvið hevur møguleika hvørja viku at spæla á hægri støði, verða fyritreytirnar hjá honum at gera seg galdandi uppaftur betri.
Tí sigur tað seg sjálvt, at Lars Olsen heldur enn at taka unga mannin við á venjingarlegu í Thailandi, letur hann fyrireika seg undir leiðslu av Kent Nielsen, AaB venjaranum, sum í 1992 var undir liðini á Lars Olsen í miðverjuni á danska landsliðnum, sum vann EM.
Í gjár spældi AaB venjingardyst á útivølli ímóti grannunum í FC Hjørring. AaB vann 2-0. Hallur Hansson var ikki millum teir fyrstu ellivu. Hann varð settur á vøllin beinanvegin eftir steðgin, og tá vóru tey bæði málini skorað. Hallur Hansson avloysti svenska Mathias Wichmann.
AaB venjarin Kent Nielsen segði seg vera væl nøgdan við leikliga avrikið í 2. hálvleiki.
Fríggjadagin verður næsti venjingardysturin á skránni. Tá skal AaB spæla ímóti Hobro. Hesi bæði liðini spældu eisini í síðstu viku. Tá vann AaB 1-0, og Hallur Hansson var á vøllinum fyrstu 62 minuttirnar. Bæði FC Hjørring og Hobro eru í næstbestu deildini. AaB er á triðja plássi í superliguni.
Sunnudagin fara Hallur Hansson og liðfelagarnir til Portugal á venjingarlegu. Tveir dystir ímóti svenskum liðum eru á skránni. Tann fyrri verður ímóti I.F. Elfsborg fríggjadagin 15. februar, og tann seinni verður ímóti Helsingborg IF mánadagin 18. februar.
Tað kennist sum um, at AaB venjarin Kent Nielsen hevur álit á Halli Hansson. 1. mars skal AaB rættuliga í eldin. Tá verður fyrsti landskappingardysturin eftir vetrarsteðgin. Hann verður í Silkeborg, og tá fæst at síggja, um teir báðir føroysku landsliðsspælararnir í fremstu røð í Danmark fara at fáa dystarvenjing, sum aftur fer at gagna landsliðnum á útivølli ímóti Eysturríki fríggjadagin 22. mars.