Christian Lamhauge Holst skal mánakvøldið royna seg í dysti í superliguni. Lyngby, sum seinasta mátti leggja rygg til stórtap, skal mánakvøldið spæla á Århus Stadion. AGF flutti upp í superliguna í summar, og tað gjørdu teir saman við júst Lyngby. Tí liggur ikki sørt av týdningi í dystinum í kvøld, tí roknað verður við, at bæði AGF og Lyngby koma at stríðst fyri at yvirliva í superliguni í hesum kappingarárinum.