Ungi havnarmaðurin gongur í løtuni á miðnámsskúla í Vejen í Danmark, har hann venur nógv judo. Hann var við í kapping um vikuskiftið, og úrslitið var avbera gott.
Christoffer luttók í bólkinum undir 66 kilo. Hann vann henda bólkin og fór við gullinum. Hann kappaðist eisini í einum opnum bólki. Í hesum bólkinum gjørdist hann nummar trý og fekk bronsumerki. Í hesi kappingini vann hann á einum íðkara úr 81 kilo bólkinum, og tað verður mett sum eitt gott úrslit.
Næsta altjóða kappingin hjá Christofferi Olsen verður Limfjords Cup, sum verður í Ålborg á páskum.