Eitt flogfar, sum hevur tilknýti til fangaflutningin hjá CIA, hevur millumlent í Kastrup fleiri ferðir Tað vísa skjøl, sum danska kringvarpið hevur fingið fatur á í sambandi við dokumentarsendingina ?Danska sambandið hjá CIA?.
Skjølini vísa, at flogfarið millumlendi í kastrup tann 12. februar í 2002 á veg úr Sveis til USA. Tann 4. septembur í 2004 var flogfarið aftur í Kastrup á veg úr USA til Afghanistan, og dagin eftir millumlendi tað aftur í Kastrup á veg úr Afghanistan til USA.
Harafturat vísa skjølini, at hetta sama flogfarið hevur flogið ígjøgnum danskt loftrúm.