Myndugleikarnir í Venesuela vilja vera við, at amerikanska fregnartænastan CIA var uppií, tá andstøðan herfyri royndi at fella landsins forseta, Hugo Chavez. Varaforsetin í Venesuela hevur sagt, at CIA hjálpti andstøðuni, og tað sama søgdu tveir tjóðartingslimir hósdagin.
Amerikanski sendiharrin í Venesuela, Charles Shapiro, hevur víst skuldsetingunum aftur. Hann sigur tær vera tann bera heilaspuna, og tað sama søgdu tríggir kongresslimir, sum í vikuni vóru í Caracas og tosaðu við Hugo Chavez. Ein teirra, demokraturin William Delhunt, viðgekk, at CIA hevur viðvirkað til at fella stjórnir í Latínamerika fyrr, men tann tíðin er farin, segði hann.
Viðurskiftini millum USA og Venesuela hava verið spent, síðani Hugo Chavez gjørdist forseti í 1998. Andstøðan hevur fleiri ferðir roynt at fella hann, og nú roynir hon at fáa eina fólkaatkvøðu um forsetan til várs.