CISV-aðalfundur verður á Glyvrum 24. oktober

Altjóða barnalegur - CISV - heldur aðalfund í róðrarneystinum hjá NSÍ á Glyvrum sunnudagin 24. oktober kl. 15.00. Nevndin vónar at síggja nógvar limir til fundin

Tíðindaskriv

Í nevndini fyri felagnum sita í dag: Marit Holm Petersen, forkvinna, Tóra Tórgarð, næstf., Annika Eidesgaard, skrivari, Erlendur Simonsen, kassam. Eyðna Norðfoss og Lív Tórgarð eru nevndarlimir.

Í sambandi við aðalfundin skipar felagið eisini fyri eini legu í vikurskiftinum. Legan er fyri teimum børnunum, sum hava verið á legum ymsa staðni í heiminum í summar. Legan byrjar leygardagin kl. 14.00 og endar við aðalfundinum sunnudagin.

Virksemið í felagnum hevur verið sera stórt í summar. Børn hava verið á legum í Finnmørkini og Oslo í Norra, USA, Italia, Týsklandi og í Føroyum. Legan í Føroyum var hildin í Glyvra Skúla. Fyrireikararnir siga, at legan gekk ótrúliga væl, og vit í nevndini vilja fegin takka fyri alla ta hjálp, felagið fekk frá kommununi, feløgum, stovnum og privatpersónum annars.

Tey, sum ætla sær á legu næsta ár, kunnu fylgja við í bløðunum í des. Tá fer felagið at lýsa eftir børnum og leiðarum.


Fakta:

Hvat er CISV ?
Childrens International Summer Villages - CISV - er ein altjóða felagsskapur, sum arbeiðir fyri friði, fatan og virðing millum manna. Felagsskapurin er óheftur bæði politiskt og átrúnarliga.
Tað vað Doris Allen úr Cincinatti í USA, sum eftir seinna heimsbardaga helt, at okkurt mátti gerast fyri at vit skuldu fáa meira virðing fyri hvørjum øðrum; og við virðingini at tryggja frið millum ymisk fólk og fólkasløg. Hon helt, at børn og ung vóru vegurin til eina verð uttan kríggj og annan ágang á mannaættina.
Tí byrjaði hon í 1951 at skipa fyri barnalegum fyri 11 ára gomlum børnum úr ymsum londum, við ymiskum húðaliti og mentan. Børnini kundu her uppliva nakað nýtt, læra um aðrar mentanir og knýta nýggj vinarbond.
Legurnar fingu góða undirtøku og verða í dag hildnar um allan knøttin á hvørjum sumri. Umframt barnalegurnar eru nú eisini fleiri onnur tilboð til teir eldru aldursbólkarnar.

Altjóða Barnalegur í Føroyum
Í Føroyum verður CISV nevnt Altjóða Barnalegur. Tey fyrstu 4 børnini vóru á legu í Noregi í 1978, og síðan tá hava umleið 500 føroysk børn og ung luttikið á legum, bæði her og úti í heimi.
Hesi 26 árini hava føroyingar eisini verið vertir fyri fleiri legum.