City aftur á toppinum

Øll toppliðini, sum hava verið á vøllinum í 21. umfari, hava vunnið fulla úrtøku við 2-0 sigrum

Manchester City er topplið í Onglandi. Har vera teir ljósa bláu í hvussu so er inntil mánakvøldið, tá ið Arsenal skal spæla á útivølli ímóti Aston Villa.

Í dag var avbjóðingin stór hjá Manchester City, sum vitjaði í Newcastle. Úrslitið var 2-0 til gestirnar, sum longu í 8. minutti skoraði Edin Dzeko, og tá ið fimm minuttir vóru farnir út um vanligu leiktíðina staðfesti Alvaro Negredo sigurin.

Heimamenninir vóru øgiliga misnøgdir tíggju minuttir undan steðginum, tá ið dómarin kolldømdi mál, sum varð skorað við rimmar langskoti. Dómarin metti, at rangstaddur spælari órógvaði Manchester City málverjan.

Serliga í 2. hálvleiki hevði Newcastle greiða yvirvág, men Joe Hart, ofta skeldaði landsliðsmálverjin í City málinum, vísti sera sannførandi avrik, og síðstu løtuna, tá ið heimamenninir vóru farnir at møðast, var fleiri ferðir um reppið, at City økti um leiðsluna, og í yvirtíðini eydnaðist tað so.  

Í gjár vunnu øll tey ovastu liðini.  Í øllum førunum var úrslitið 2-0! Chelsea vann 2-0 í Hull, har málskjúttarnir  í 2. hálvleiki vóru Eden Hazard og Fernando Torres. Eisini á White Hart Lane, har Tottenham hevði vitjan av Crystal Palace, vórðu bæði málini skorað eftir steðgin.Málskjúttar vóru Christian Eriksen og Jermain Defoe.

Everton vann 2-0 á Norwich. Málskjútti í 1. hálvleiki var Gareth Barry og eftir steðgin skoraði Kevin Mirallas. Og so var tað í gjárkvøldið, at Manchester United vann 2-0 á Swansea. Bæði málini vórðu skorað í 2. hálvleiki, og málskjúttar vóru Luis Antonio Valencia og Danny Welbeck.

Seinnapartin skal Liverpool royna seg á útivølli ímóti Stoke.