City avhølvaði Liverpool

Í fjør kempaðu Liverpool og Manchester City um at koma í Champions League. Í ár tykist søgan verða ein onnur. Liðini eru á veg hvørsín veg. Manchester City hevur nógvar pengar og nærkast toppinum í enskum og altjóða fótbólti í hvørjum. Liverpool hinvegin, er í fíggjarligum óføri og tað røkist einki fyri, at tað kemur ein loysn á borðið fyribils.

 

Í fjør endaðu báðir dystirnir við javnleiki, men dysturin í kvøld vísur hvønn veg tað gongur. Manchester City var greitt omaná allan dystin. Longu aftaná 13 minuttir kom City á odda. Nýkeypið, James Milner, gjørdist leysur í høgru og legði innfyri til Gareth Barry, sum skoraði. Stutt inn í seinna hálvleik økti Carlos Tevez eftir horna. Løtu seinni gjørdi Liverpool verjan brotspark, sum Carlos Tevez umsetti til mál.

 

Við sigrinum hevur Manchester City givið eina greiða ábending um, at teir í ár ætla at røkka Champions League fótbólti. Liverpool sær ikki út til at vera komi úr aldurdalinum frá í fjør og skapti sjálvdan vandastøður. Hóast Liverpool hevði fleiri royndir á mál enn vertirnir, so var tað bara vandamikið nakrar fáar ferðir.

 

Dagsins leikari:

 

Adam Johnson ? spældi framúr væl og Daniel Agger hevði stórar trupilleikar av honum á vinstra bakki. Adam Johnson var saman við James Milner og Carlos Tevez sjónligur á Manchester City liðnum.

 

Manchester City ? Liverpool(1-0) 3-0

1-0 Gareth Barry, 13.

2-0 Carlos Tevez, 52.

3-0 Carlos Tevez, br 67.