Í gjár byrjaði eitt sakarmál móti honum, har hann er ákærdur fyri at misnýtt politisku ávirkan, við at stuðla konuni í at keypa ognir frá meginbankanum fyri lítið og lætt. Verða hjúnini funnin sek, kunnu tey fáa upp til 13 ára fongsulsrevsing. Tað er hægstirættur í Teilandi, ið viðgerð sakarmálið, og tað merkir, at Shinawatra-hjúnini ikki hava møguleika at kæra dómin.