Við einum knúsandi 6-1 sigri á Norwich hevur Manchester City aftur skapt spenning í oddinum Premier League. Afturvendi Carlos Tevez skoraði hattrick í dystinum.
Fyri einari viku síðan var munurin átta stig. Nú er munurn bara tvey stig áðrenn Manchester United í morgin tekur móti Aston Villa. Manchester City var í dag á vitjan í Norwich. Gestirnir lótu ongan iva verða um, at teir eru til reiðar at taka av um grannarnir skuldi fingið tey so tiltiknu gummibeinini.
Carlos Tevez byrjaði málveitsluna í fyrra hálvleiki við dundurskoti uttanfyri brotsteigin. Síðani økti Sergio Aguero. Í seinna hálvleiki skoraði Carlos Tevez tvey mál afturat, meðan Sergio Aguero og Adam Johnson skutu hvør sítt.
Swansea vann eisini ein greiða sigur. Teir vunnu 3-0 á Blackburn. Íslendingurin, Gylfi Sigurdsson, legði Swansea á odda. Nathan Dyer økti stutt fyri hálvleik. Í seinna hálvleiki gjørdi Scott Dann sjálvmál. West Bromwich Albion vann 1-0 á Queens Park Rangers, meðan Sunderland og Wolverhampton spældu ein lítið hendingaríkan málleysan javnleik.
Premeir League:
Norwich Manchester City 1-6
Sunderland Wolverhampton 0-0
Swansea Blackburn 3-0
WBA QPR 1-0