Bæði Manchester City og Manchester United fingu eina flúgvandi byrjan upp á dystirnar í Premier League í dag. Manchester City var á odda 3-0 aftaná 25 minuttir, meðan Manchester United var á odda 3-0 aftaná 22 minuttir.
Manchester City hevði vitjan av Norwich, sum var í gávuhýri. Hóast Manchester City er væl betra liðið um hugt verður eftir stigatalvuni, so komu teir óalmindiliga lætt til málini. Fyrsta var eitt sjálvmál, meðan málverjin átti minst tvey. Stóri spælarin mundi verða Sergio Aguero, sum legði upp til trý og skoraði eitt mál.
Í London gjørdi Manchester United skjót av í dystinum móti Fulham. Antonio Valencia legði Manchester United á odda longu aftaná níggju minuttir. Síðani øktu Robin van Persie og Wayne Rooney til 3-0. Tá vóru bara 22 minuttir spældir. Fulham minkaði um munin, men var ongantíð nær við at fáa stig.
Fyrr í dag vann Newcastle 2-0 á Chelsea. Yoan Gouffran legði Newcastle á odda miðskeiðis í seinna hálvleiki, eftir frísparksinnlegg. Stutt fyri tíð avgjørdi Loic Remy dystin.
Manchester City er nú nummar fýra, meðan Manchester United er nummar átta, men tað er bara fimm stig upp til nummar eitt.
Premier League - 10. umfar:
Newcastle – Chelsea 2-0
Fulham – Manchester United 1-3
Hull – Sunderland 1-0
Manchester City – Norwich 7-0
Stoke – Southampton 1-0
WBA – Crystal Palace 2-0
West Ham – Aston Villa 0-0
Arsenal – Liverpool (17.30)
1 Arsenal 9 22
2 Liverpool 9 20
3 Chelsea 10 20
4 Manchester City 10 19
5 Southampton 10 19
6 Tottenham Hotspur 9 19
7 Everton 9 18
8 Manchester United 10 17
9 Newcastle United 10 14
10 Hull City 10 14
11 West Bromwich Albion 10 13
12 Swansea City 9 11
13 Aston Villa 10 11
14 West Ham United 10 10
15 Fulham 10 10
16 Stoke City 10 9
17 Cardiff City 9 9
18 Norwich City 10 8
19 Sunderland 10 4
20 Crystal Palace 10 3