City snýtti Bayern

Kavarok var orsøkin til, at dysturin millum Galatasaray og Juventus varð avblástur

 

Síðsta umfar í fýra av bólkunum í europeisku meistarakappingini varð avgreitt í kvøld, og harvið er tað greitt, hvørji lið skulu halda fram í áttandapartsfinaluni.

 

Enn bíðar tó eitt úrslit. Tað kemst av, at dysturin í bólki B í Turkalandi millum Galatasaray og Juventus varð avblástur orsaka av kavaroki. Hann verður spældur í morgin, og tá fæst greiða á, hvat av hesum liðunum skal halda fram í kappingini saman við Real Madrid. Spanska stórfelagið vann sannførandi 2-0 sigur í Parkini ímóti FCK. Hetta var fyrsta ferðin, at FCK tapti í meistarakappingini á heimavølli.

Cristiano Ronaldo skoraði annað málið. Hetta var níggjunda málið hjá honum, og tað er nýtt met. Hann hevði gyltan møguleika at leggja aftrat metinum, men Ronaldo misnýtti brotsspark.

 

Hjá Manchester United hevur gongdin higartil í ár ikki verið nakað at rópa hurrá fyri. Í europeisku meistarakappingini hevur tað kortini verið so frægt, at United við javnleiki á heimavølli í kvøld kundi tryggja sær fremsta plássið í bólki A. Tað eydnaðist at vinna 1-0 ímóti Shakhtar Donetsk, sum harvið datt úr kappingini. Einsamalli málskjúttin var eingilski landsliðsspælarin Phil Jones, sum eftir horna frá Robin Van Persie sendi bóltin í málið.

 

At Manchester United vann bar møguleika hjá týska Bayer Leverkusen at spæla seg í áttandapartsfinaluna, og týskararnir tóku av. Teir vunnu 1-0 á útivølli ímóti spanska Real Sociedad. Eisini í hesum dystinum varð einsamalla málið skorað eftir hornasparksinnlegg.

 

Europeisku meistararnir í Bayern München hava verið øgiligir higatil – fimtan stig fyri fimm dystir - og fyrstu løtuna í kvøld var tað einki, sum bendi á, at tað ikki eisini í kvøld skuldi verða soleiðis. Í handavend legði Bayern seg framum bæði 1-0 og 2-0 í heimadystinum ímóti Manchester City, sum harvið var illa spert. City fekk tó um endan, tá ið ein hálvur tími var farin, og eftir eitt korter av 2. hálvleiki skoraðu gestirnir tvær ferðir, og harvið vann Manchester City 3-2.

 

Eisini í bólki D vann Viktoria Plzen 2-1 á heimavølli ímóti CSKA Moskva. Úrslitið hevði tó einki at siga fyri kvalifikatiónina til áttandapartsfinaluna, tí har eru tað Bayern München og Manchester City, sum halda fram.

 

Í bólki C høvdu Zlatan Ibrahimovic og Paris SG longu tryggjað sær fremsta plássið undan ferðini til Benfica og Portugal. Portugisiska liðið hevði við sigri í kvøld møguleika at røkka áttandapartsfinaluni, men tað eydnaðist ikki, hóast Benfica vann 2-1.

 

Í staðin var tað grikska Olympiakos, sum við 3-1 heimasigri á belgiska Anderlecht  tryggjaði sær pláss í næsta umfari. Portugisiska og grikska liðið endaðu vit sama stigatali, men Olympiakos átti betri úrslit í innanhýsis uppgerðunum.

 

 

 

Manchester United - Shakhtar Donetsk 1-0 (0-0)

1-0: Phil Jones 67.

 

Real Sociedad - Bayer Leverkusen 0-1 (0-0)

0-1: Ömer Toprak 49.

 

FC København - Real Madrid 0-2 (0-1)

0-1: Luka Modric 25.

0-2: Cristiano Ronaldo 48.

 

Galatasaray – Juventus ikki liðugt spældur

 

Olympiakos – Anderlecht 3-1 (1-1)

1-0: Javier Saviola 34.

1-1: Sacha Kljestan 39.

2-1: Javier Saviola 56.

3-1: Alejandro Dominguez 90.

 

Benfica - Paris Saint Germain 2-1 (1-1)

0-1: Edinson Cavani 37.

1-1: Lima br 45.

2-1: Nicolas Gaitan 58.

 

Bayern München - Manchester City 2-3 (2-1)

1-0: Thomas Müller 5.

2-0: Mario Götzen12.

2-1: David Silva 28.

2-2: Aleksandar Kolarov br 59.

2-3: James Milner 62.

 

Viktoria Plzen - CSKA Moskva 2-1 (0-0)

0-1: Ahmed Musa 65.

1-1: Daniel Kolar 77.

2-1: Tomas Wagner 90.