City spælari til Saudiarabia

Premier League: Manchester City hevur selt ein av miðverjunum til Saudiarabia

Manchester City boðar í dag frá, at felagið hevur selt Aymeric Laporte til Al Nassr í Saudiarabia. Sostatt verður spanski miðverjin, sum er føddur í Fraklandi, liðfelagi við eitt nú Cristiano Ronaldo og Sadio Mané.

 

29 ára gamli miðverjin hevur spælt 180 dystir fyri Manchester City. Hann bleiv keyptur sum ein dýrastu miðverjunum í heiminum, tá hann kom til Manchester City frá Athletic Bilbao í 2018.

 

Skaðar hava gjørt sítt til, at Amyeric Laporte ikki hevur spælt so nógv, sum ætlað. Seinastu tíðina hevur hann verið aftast í køini av verjuspælarum hjá Manchester City, sum eisini hevur brúkt yvir eina hálva milliard krónur upp á kroatiska miðverjan, Josko Gvardiol.

 

Fabrizio Romano skrivar, at Manchester City fær 224 milliónir krónur fyri miðverjan. Søgan í dag er, at Manchester City eisini roynir at keypa 24 ára gamla portugisiska miðvallaran hjá Wolerhampton, Matheus Nunes.

 

1Brighton22008:26
2Manchester City22004:06
3Arsenal22003:16
4Brentford21105:24
5Liverpool21104:24
6Tottenham21104:24
7West Ham21104:24
8Newcastle21015:23
9Aston Villa21015:53
10Nottingham F.21013:33
11Crystal Palace21011:13
12Manchester Utd21011:23
13Fulham21011:33
14Bournemouth20112:41
15Chelsea20112:41
16Sheffield United20021:30
17Luton10011:40
18Burnley10010:30
19Wolves20021:50
20Everton20020:50