City vann dystin millum Chelsea og Liverpool

Premier League: Tað var bara ein vinnari av dystinum millum Chelsea og Liverpool

Chelsea og Liverpool spældu í dag ein hendingaríkan og ferðmiklan javnleik. Úrslitið varð 2-2. Stóri vinnarin av dystinum er Manchester City, sum nú er 10 stig fremst í Premier League.

 

Liverpool kom á odda eftir mistak frá verjuni hjá Chelsea, sum Sadio Mané takkaði fyri. Løtu seinni skoraði Mohamed Salah av flott mál til 2-0. Eina løtu sá Liverpool út til at hava tamarhald á dystinum, men so var ikki.

 

Stutt fyri hálvleik minkaði Mateo Kovacic við framúr langskoti, og bara minuttir seinni javnaði Christian Pulisic, eftir at hann bleiv spældur leysur. Bæði liðini høvdu møguleikar at vinna dystin, men máverjarnir høvdu hvør sín góða dag.

 

Í hinum dystunum í dag vann Brentford 2-1 á Aston Villa, Brighton øtki trýsti á Rafael Benitez og Everton við 3-2 sigri og Leeds vnn loksins aftur. Teir vunnu 3-1 á Burnley.

 

1Man City21172253:1353
2Chelsea21127245:1643
3Liverpool20126252:1842
4Arsenal20112733:2535
5West Ham20104637:2734
6Tottenham18103523:2033
7Man Utd1894530:2631
8Brighton1969420:2027
9Wolves1874713:1425
10Leicester1874731:3325
11Crystal Palace2058729:3023
12Brentford1965823:2623
13Aston Villa19711125:3022
14Southampton1949620:2921
15Everton1854923:3219
16Leeds1947821:3719
17Watford18411322:3613
18Burnley1718816:2711
19Newcastle19181019:4211
20Norwich City1924138:4210