Bretska blaðið Daily Mail vil vera við, at Manchester City er til reiðar at brúka umleið eina hálva milliard krónur upp á tveir av teimum bestu málskjúttunum í Evropa.
Sambært blaðnum er felagið sinnað at keypa Samuel Eto'o frá italska Inter Milan og Sergio Aguero frá spanska felagnum Atletico Madrid fyri 55 milliónir pund. Teir skal Manchester City brúka ístaðin fyri argentinan Carlos Tevez, um hann sleppur til annað felag, sum hann so fegin vil.
Seinasta kappingarár skutu Eto'o og Aguero ávikavist 21 og 20 mál fyri síni feløg.