Tá Summarfestivalur er, hevur løgreglan í Klaksvík ikki so nógv um oyruni, sum vit kanska skuldu hildið.
Tað sigur Kristian Dahl, sum er økisleiðari fyri løgregluna í Klaksvík og í Eysturoy.
– Vit hava sjálvandi eyka fólk á vakt, men tað gongur vanilga stillisliga fyri seg. Fyrireikararnir hava sjálvir so nógv vaktarfólk, sum halda skil á, men vit eru sjálvandi altíð tilreiðar, um eitthvørt skuldi verið á vási, sigur hann.
Uppgávurnar hjá løgregluni byrja undan sjálvum festivalinum, tá trygdarætlanir skulu gjøgnumgangast.
– Alt skal vera í ordan, og tað verða gjørdar ætlanir áðrenn, sum skulu gjøgnumgangast og góðkennast, sigur Kristian Dahl.
Spurdur um løgreglan hevur serliga uppgávur, tá kendir persónar sum Cliff Richard koma á vitjan, svarar hann:
– Nei, tað krevur ikki nakað serligt av okkum. Sangarar og onnur slík fólk eru ikki »high risc« persónar fyri okkara viðkomandi, eins og tá vit hava statsvitjanir, sigur hann.
Hoyrið samrøðu, sum Sasho Bjartsson hevði við Kristian Dahl á Rás2 í dag við at trýsta á pílin undir myndini.