Conference League: HJK og KÍ hava favorittstøðurnar í kvøld

Her eru oddsini upp á dystirnar hjá NSÍ og KÍ í Conference League

Hetta er ein spennandi dagur hjá føroyskum fótbólti í Conference League.

 

Klokkan 17 skal NSÍ á Bolt Arena leikvøllinum í Helsinki royna at verja 4-0 leiðsluna teir hava frá fyrra dystinum móti HJK Helsinki, ið hava eitt stórt trýst á sær.

 

Klokkan 19.45 tekur KÍ móti Samuel Chukwudi og hansara liðfeløgum í SJK Seinäjoki á vøllinum við Djúpumýrar í Klaksvík. KÍ hevur eina 2-1 leiðslu við sær frá fyrra dystinum.

 

Hóast 0-4 tapið í Klaksvík er HJK stórur favorittur hjá veddingarfyritøkunum at vinna seinna dystin á NSÍ. 

 

Oddsini upp á sigur til HJK liggja millum 1,25 og 1,31.

 

Oddsini upp á javnleik liggja millum 5,50 og 6,13.

 

Oddsini upp á sigur til NSÍ í útidystinum í Helsinki liggja millum 6,23 og 8,75. Tað týdningarmesta er tó, at NSÍ vinnur ein samantaldan sigur.

 

HER eru oddsini upp á dystin HJK-NSÍ:

 

##med2##

 

KÍ er favorittur hjá veddingarfyritøkunum at vinna á SJK í kvøld.

 

Oddsini upp á sigur til KÍ liggja millum 1,55 og 1,65.

 

Oddsini upp á javnleik, ið sendir KÍ víðari í kappingini liggja millum 3,90 og 4,29.

 

Oddsini upp á sigur til SJK liggja millum 4,20 og 4,95. 

 

HER eru oddsini upp á dystin KÍ-SJK:

 

##med3##