Coronavirus hevur kostað Regini 430 milliónir krónur

Síðani mánadagin er virðið á partabrøvunum hjá Regini Jacobsen í Bakkafrost lækkað 430 milliónir krónur

Mánadagin vóru partabrøvini hjá Regini Jacobsen í Bakkafrost verd 2,38 milliardir krónur. Nú eru tey verd 1,95 milliardir krónur.

Coronavirusið hevur ávirkað partabrævamarknaðir kring allan heimin. Eisini hjá Bakkafrost.

Størsti partaeigari í Bakkafrost er norski Folketrygdfondet, sum eigur 8,71 prosent av partapeninginum. Virði á teirra partabrøvum var í morgun 2,66 milliardir krónur. Síðani mánadagin er virðið á teimum lækkað við góðum 481 milliónum krónum.

Regin Jacobsen er næststørsti eigari við 7,8 prosentum av partabrøvunum. Virðið á hansara partabrøvum var mánadagin 2,38 milliardir krónur. Tað er nú lækkað við 431 milliónum til 1,95 milliardir krónur.

Triðstørsti partaeigari er Oddvør Jacobsen, sum eigur 7,77 prosent av partabrøvunum. Hennara partabrøv vóru mánadagin verd 2,37 milliardir krónur. Virðið á teimum er hesa vikuna lækkað við 429 millónum krónum.

20 teir størstu partaeigararnir hava hesa vikuna mist tilsamans góðar 3 milliardir krónur í partabrævavirði í Bakkafrost.

Tilsamans er virðið á Bakkafrost lækkað úr 30,1 milliardum donskum krónum til 24,6 milliardir danskar krónur.

Um orsøkin bara er coronavirusið, er sjálvandi ilt at meta um. Men staðfestast kann, at samlaða virðið á Bakkafrost hesa vikuna er lækkað við 5,4 milliardum donskum krónum.

Niðanfyri síggjast 20 teir størstu partaeigararnir í P/F Bakkafrost

 

Eigari

 

 

Tal av partabrøvum

 

Virði í dag

Virðið mánadagin

munur

1

FOLKETRYGDFONDET

 

NOR

5.153.004

8.71%

2.178.174.791

2.659.465.364

481.290.574

2

JACOBSEN Johan Regin

 

FRO

4.611.217

7.80%

1.949.161.426

2.379.849.094

430.687.668

3

JACOBSEN Oddvør

 

FRO

4.594.437

7.77%

1.942.068.520

2.371.188.936

429.120.416

4

State Street Bank and Trust Comp

NOM 

USA

2.571.578

4.35%

1.087.006.021

1.327.191.406

240.185.385

5

DOLFIN FINANCIAL (UK) LTD

 

GBR

2.256.470

3.82%

953.809.869

1.164.564.167

210.754.298

6

State Street Bank and Trust Comp

NOM

USA

1.821.705

3.08%

770.034.704

940.181.951

170.147.247

7

Nordea Bank Abp

NOM 

DNK

1.821.440

3.08%

769.922.688

940.045.184

170.122.496

8

JPMorgan Chase Bank. N.A.. London

NOM 

GBR

1.065.194

1.8%

450.257.504

549.746.623

99.489.120

9

NN PARAPLUFONDS 1 N.V.

 

BEL

912.823

1.54%

385.850.282

471.107.950

85.257.668

10

The Bank of New York Mellon SA/NV

NOM 

GBR

894.071

1.51%

377.923.812

461.430.043

83.506.231

11

VERDIPAPIRFONDET DNB NORGE

 

NOR

840.563

1.42%

355.305.980

433.814.564

78.508.584

12

JPMorgan Chase Bank. N.A.. London

NOM

GBR

826.346

1.40%

349.296.454

426.477.171

77.180.716

13

JPMorgan Chase Bank. N.A.. London

NOM

USA

776.334

1.31%

328.156.382

400.665.977

72.509.596

14

RBC INVESTOR SERVICES TRUST

NOM

CAN

751.631

1.27%

317.714.424

387.916.759

70.202.335

15

CLEARSTREAM BANKING S.A.

NOM

LUX

677.897

1.15%

286.547.062

349.862.642

63.315.580

16

State Street Bank and Trust Comp

NOM

USA

671.818

1.14%

283.977.469

346.725.270

62.747.801

17

NN (L) Global Sustainable Equity

 

LUX

661.901

1.12%

279.785.553

341.607.106

61.821.553

18

HANDELSBANKEN NORDEN SELEKTIV

 

SWE

646.514

1.09%

273.281.468

333.665.875

60.384.408

19

JPMorgan Chase Bank. N.A.. London

NOM

GBR

564.166

0.95%

238.472.968

291.166.073

5.269.3104

20

DANSKE BANK A/S

NOM

DNK

554.024

0.94%

234.185.945

285.931.786

517.458.42

 

 

 

 

 

 

 

 

3.051.670.622