Cosby reyk beinleiðis í fongsul fyri neyðtøku

Skemtarin Bill Cosby er dømdur í trý til tíggju ára fongsul fyri at hava doyvt og misnýtt eina kvinnu kynsliga í 2004

Skemtarin Bill Cosby er dømdur í trý til tíggju ára fongsul fyri at hava doyvt og misnýtt eina kvinnu kynsliga í 2004.

 

Amerikanski skemtarin Bill Cosby skal næstu trý til tíggju árini í fongsli. hann var fyrr í ár kendur sekur í grovum kynsligum ágangi.

 

Harumframt skal hann skrásetast í yvirliti yvir dømar sexbrotsmenn, hevur ein dómari í Pennsylvania avgjørt í dag.

 

Sambært keldum, sum vóru í rættarsalinum, tømdi Cosby lummarnar, lat seg úr slipsinum og jakkanum, áðrenn hann lat seg føra úr rættarsalinum og inn í eina fongsulskliva.

 

Verji hansara bað um, at Cosby kundi latast leysur ímóti trygd, til kærumálið kemur fyri rættin, men tað avvísti dómarin Steven O'Neill.

 

Í deilstatinum Pennsylvania merkir ein fongsulsrevsing upp á trý ár vanliga, at tann dømdi skal sita millum 22 og 36 mánaðir í fongsli, skrivar tíðindastovan TT.

 

O'Neill, dómari, hevur harumframt gjørt av, at tann 81 ára gamli Bill Cosby skal í terapi eina ferð um mánaðin restina av lívinum.

 

Listin við sexbrotsmonnum, sum Cosby skal skrivast á, verður sendur til grannar, skúlar og offur.

 

Ákærin í málinum kravdi, at Cosby varð dømdur millum fimm og tíggju ára fongsul.

 

Verjin bað um húsavarðhald. Hann grundgav við, at tann nú 81 ára gamli maðurin ikki er til vanda fyri nakran. Cosby sær illa og skal hava hjálp at ganga, vísti ákærin á.

 

– Tú ert dømdur fyri eitt ógvuliga álvarsamt brotsverk, segði O'Neill, dómari, við Cosby.

 

– Eingin er oman fyri lógina, legði hann afturat.

 

Skemtarin varð í apríl kendur sekur í at hava doyvt og kynsliga misnýtt tað í dag 45 ára gomlu Andrea Constand. Ágangurin varð framdur í 2004.

 

Tilsamans 60 kvinnur hava ákært Cosby fyri kynsligan yvirgang, sum skal hava verið framdur síðani sekstiárini.

 

Nógvar av ákærunum kunnu ikki roynast í rættinum, tá tær løgfrøðiliga eru fyrnaðar. Tað er tí bara ákærurnar frá Andreu Constands, sum eru endaðar í rættinum.

 

Cosby hevur avvíst, at talan er um yvirgang ímóti Constand. Hann heldur uppá, at tað varð við samtykki frá henni.

 

Bill Cosby er ta fyrsta navnframa fólki, sum er dømt fongsulsrevsing fyri kynslig brotsverk, síðani MeToo-bylgjan fór at herja og millum annað feldi valdsmikla filmsleiðaran Harvey Weinstein.

 

Bill Cosby var sera vaæl umtóktir í sjónvarpsrøðini »The Cosby Show«, har hann spældi familjupápin Cliff Huxtable.

 

Men tað byrjaði at ganga skjótt niðureftir hjá fólkakæra skemtaranum í november í 2014, tá ákærurnar hópaðu seg upp.

 

/ritzau/AP