Venjarin hjá Rumenia, Cosmin Contra, heldur at føroyska liðið mundi hava ein vánaligan dag, tá teir taptu ímóti Malta, tí hann metir at føroyska liðið er betri enn hatta.
Les eisini: Føroyskur tíðidafundur í Rumenia
- Eg havi sæð dystin móti Malta og tað tykist mær sum, at Føroyar høvdu ein vánaligan dag, sigur Cosmin Contra á tíðindafundinum.
Hann heldur eisini fyri, at føroyska liðið mangan brúkar eina meiri verjukenda spælskipan, tá spælt verður á útivølli móti sterkari mótstøðu.
- Eg haldi meg vita, at Føroyar spælir eina 5-4-1 spælskipan, tá liðið er á útivølli móti sterkari mótstøðu. Eg haldi eisini, at Føroyar eru góðir til at spæla upp á mótálop og eru stinnir í deyðbóltsstøðum, sigur Cosmin Contra.
Rumenia tapti í fyrsta umfari 2-1 móti Svøríki, so tað er trýst á rumenska liðnum at vinna. Tí vil rumenski venjarin heldur ikki undirmeta føroyska liðið.
- Í dag eru ongir lættir dystir og lítil lið, sigur Cosmin Contra at enda.
Restina av fundinum var á rumenskum. Cosmin Contra fekk eina rúgvu av spurningum, men svaraði hugagóður, hóast smílini ikki vóru so nógv. Hann tykist verða ein álvarsamur venjari. Dysturin millum Rumenia og Føroyar verður í morgin klokkan 19.45.