Sum nakað nýtt høvdu fyrireikararnir valt at hava nýggjan toastmastara at greiða frá hvørjir bólkar, ið spældu og harumframt at skemta eitt sindur innímillum.
Nú kendist eg við Yan Swan úr Svøríki frá fyrr av, og eg skilti at hann nú býr í Danmark. Hann hevur altíð verið ein skemtingarsamur persónur, so bæði við sínum kropsliga figuri og annars øðrum skemti syrgdi hann væl fyri at áhoyraranir ikki keddu seg, meðan bíðað varð eftir næsta bólki. Skiftini millum bólkarnar gingu skjótt og væl.
Innleiðandi bólkurin í ár vóru brøðurnir Árni og Marner Andreasen. Hesir brøður hava staðið á palli nú í mong ár í ymiskum samanhangi. Hesuferð vóru teir í sínum rætti essi, og spældu og sungu frálika væl løg bæði hjá Hank Williams og Everly Brothers.
Hesum komu teir heilt væl frá, soleiðis at bæði sangur og tónleikur fyltu væl og kendust sum ein væl samansjóðað eind. Tað er jú ikki altíð so lætt at spæla countrytónleik sum ein heldur, tí tað eru nógvir faktorar, ið skulu spæla saman. Hetta kendist á orkestrinum at verða komið væl við. »Soft-kenslan« og Everlyløgunum var til staðar og tú kundi rættliga murra við løgum sum »Dream, dream, dream« o.s.fr. Gott tit báðir Árni og Marner, tit hava funnið rætta tónan.
Aftur í ár var Magni Christiansen við sínum orkestri á skránni, og her má sigast, at hann ivaleyst er eitt tað frægasta countrynavnið vit hava í Føroyum.
Magni hevur halgað seg fult og heilt fyri countrytónleikinum, og saman við pallupptraðkan síni syrgdi hann fyri, at framføra sínar sangir á ein sera sannførandi hátt. Allan Jackson er hansara fyrimynd og tað hoyrdist týðuliga, at her var hann á heimavølli.
Tónleikararnir vóru frálíkir og fingu rættuliga alt at ljóða sum tað átti. Óansæð um løgini vóru still og friðarlig ella gingu við fullari ferð, so megnaðu teir at halda heildini saman og tú kendi tættleikan, ið eigur at sermerkja countrytónleikin.
Eitt heldur lítið úrval av gospel-country, men eitt stórt pluss til Magna enn einaferð.
Útlendska luttøkan í ár byrjaði við amerikansku/donsku Tamra Rosanes. Tamra hevur fyrr vitjað í sambandi við Jazz-festivalin.
Ikki minnist eg um hon tá hevði orkestur við, men hesuferð var hon so einsamøll, t.v.s. bert við guitara.
Tað kendist í byrjanini sum eitt sindur skuffandi hjá lurtarafjøldini, tað ikki at fáa orkesturtónleikin við, tí skiftið gjørdist jú rættliga broytt, frá tí rungandi og góða tónleikinum hjá Magna og monnum hansara, til »bert« ein guitara, men, so hvørt sum løgini vórðu sungin, so rættaðist hetta til, og Tamra fekk givið meir og meir.
Eisini nýtti hon høvi til at fáa hjálp frá heimsins besta munnharpuspælara Charlie McCoy sum bæði við munnharpu- og guitaraspæli stuðlaði henni. Hetta hjálpti væl og so saman við sangum, sum rættliga høvdu verðið hennara »hitt«, so kom hon bara væl frá framførsluni.
Tamra var enntá klappað uppaftur og hetta fegnaðist hon sum rímuligt er um. Tamra er ein rættulig countrysál og hennara rødd er eisini ein sovorðin. Eftir sum Danmark ikki er eitt rættuligt countryland, so má tað vera ringt at gerast eitt countrynavn í Danmark, men her hevur hon so ivaleyst nóg mikið at gera. Eitt gott íkast frá Tamru Rosanes á ársins countryfestivali.
»Big Guitars from Memphis« vóru teir næstu. Við teirra væl kenda Hillbilly-stíli brutu teir sindur av frá verandi stílinum, sum nú hevði verið í gongd.
Hesir 4 menninir spæla væl, men eg føldi tað, sum at eitthvørt var ópresist.
Kanska hetta kom frá lead-guitaristinum, tí hann gjørdi rættliga nógv av við sínum solospæli. Trummuspælarin spældi eisini rættuliga hart, men við góðum sangíkasti, gjørdist framførsla teirra heilt nýtilig.
Fleiri av løgunum kendi eg als ikki, so eg fekk illa samstemmað meg sjálvan við tey. Tað lá jú eisini í luftini at teir skuldu spæla undir hjá Charlie McCoy, so her sat eg faktiskt og royndi at ímynda mær, hvussu hetta nú mundi fara at rigga.
Og so kom Charlie McCoy inn á pallin. Hesin úrmælingurin smæddist ikki burtur.
Nú hevði eg høvi at hoyra hann fyrstu ferð hann var her, so eg var fyrireikaður frammanundan, men satt at siga, so er Charlie nakað fyri seg.
Hann tolir at verða hoyrdur aftur og aftur. Ikki løgið, tá hann eisini hevur spælt við á 800 ymiskum útgávum og heilar 6 ferðir hevur fingið heiðurin »Heimsins besti munnharpuspælari«.
Upplivingin fyrstu ferð var nú eina tonn betri enn hesuferð, tí ta ferðina kendist alt meiri spennandi. Hesuferð skuffaði »Big Guitars from Memphis« eitt sindur, tí tað at spæla undir hjá Charlie er nakað fyri seg og eigur ikki at takast sum nøkur neyðloysn, av tí at eingin annar møguleiki er.
Charlie er so frægur meistari, at hann kann spæla saman við øllum, men øll kunnu ikki spæla til hansara. Her var svenski bólkurin ta fyrru ferðini nógv betur, og heildin virkaði betur. Kanska var tað steel-guitarleikarin, ið manglaði?
Niðurstøða mín til ársins Countryfestival er tí at heildarmyndin gjørdist góð, men »neyðloysnarkenslan« var alla tíðina til steðar. Eg kann hugsa mær, at fyrireikararnir hava gjørt sítt allar besta at fáa sum frægast burturúr, so her er alt í lagi.
Eg nevndi seinastu ferð, at Páll fer ivaleyst at finna uppá okkurt gott til næstu ferð, men nú má tað so vera. Næstu ferð mugu nýggir bollar á suppuna. Eg havi hoyrt graml um góð og kend nøvn, sum ætlanin er at fáa henda vegin, so tað er bara at vera skjótur á ferð, tá nøvn skulu finnast, so vit »countruentusiastar« gleða okkum longu til næstu ferð. Takk fyri hesuferð og væl møtt næsta ár.
Sum eitt lítið nota bena, so vildi eg ynskt at færri full fólk møttu upp, tí eg haldi tað vera synd, at allur hesin frálíki tónleikurin skal drukna í levint og gangi frá fullum fólki og fløskuroki. Við hesum missir ferstivalurin nakað av tí »snøgga« sum countrytónleikur nú einaferð er.