- Vit hava arbeitt leingi við countrytiltakinum, og nú er alt komið upp á pláss. Tað verður eitt ordiligt brak í høllini á Hálsi leygarkvøldið 14. september.
Tað sigur Allan Samuelsen, ein av fyriskiparunum.
Hann vísir á, at høvuðsnavnið á countrykvøldinum verður Bellamy-brøðurnir, sum hava verið her áður, og teimum dáma ómetaliga væl at vera í Føroyum.
- Teir hava eisini sungið eitt lag inn saman við Halli Joensen, sum er ógvuliga populert.
Allan sigur, at teir eisini hava fingið fatur á Jóan Magnus Danielsen, sum er ein av okkara allar bestu sangarum - og ikki minst Magna Christiansen, sum báðir koma at spæla sama við Spaðar 5. Hesir koma at hita upp, áðrenn Bellamy-brøðurnir koma á pallin.
Hallur Joensen luttekur eisini við sínum orkestri.
- Tað verður eitt fantastiska gott og langt brak hin 14. september.
Allan Samuelsen sigur, at pláss verður bæði til at dansa og til at sita og slappa av í høllini á Hálsi, meðan tiltakið er.
Hoyr prát við Allan Samuelsen, sum Rás2 hevði við hann um countrykvøldið.