Coutinho lobbaði Liverpool víðari

Okkara tipparar raktu ótrúliga væl

Liverpool er víðari til fjórðingsfinalurnar í Europa League, eftir 1-1 javnleikin móti Manchester United í kvøld. Liverpool vann samanlagt 3-1.

 

Les eisini:Soleiðis tippau teir

 

Stóra hetjan fyri Liverpool bleiv brasilski Philippe Coutinho, sum stutt fyri hálvleiki javnaði, eftir at Anthony Martial hevði lagt Manchester United á odda við brotssparki. Málið hjá Philippe Coutinho var ein hegnisligur lobbari úr spískum.

 

Manchester United trýsti og var á odda eitt skifti í fyrra hálvleiki, men málið hjá Philippe Coutinho tók mótið frá teimum.

 

Borussia Dortmund hevði ikki trupulleikar av Tottenham, meðan hini feløgini í fjórðingsfinaluni eru Braga, Shakhtar Donetsk, Sevilla, Athletic Bilbao, Sparta Prag og Villareal.

 

Tippaðu væl

André Olsen, Leivur Frederiksen og Jákup Ósa tippaðu undan dystinum. Allir raktu væl. André Olsen tippaði beint á við 1-1 og røttum málskjúttum í rættari raðfylgju. Leivur Frederiksen rakti úrslitið og málskjúttan hjá Liverpool, meðan Jákup Ósá hevði Manchester United at vinna 2-1, men rakti við bæði Anthony Martial og Philippe Coutinho.

 

Europa League 1/8 finalur: (Samlað úrslit)

Bayer Leverkusen 0 - 0 Villarreal (0-2)

Lazio 0 - 3 Sparta Prague (1-4)

Valencia 2 - 1 Athletic Bilbao (2-2)

Anderlecht 0 - 1 Shakhtar Donetsk (1-4)

Braga 4 - 1 Fenerbahce (4-2)

Manchester United 1 - 1 Liverpool (1-3)

Sevilla 3 - 0 Basel (3-0)

Tottenham Hotspur 1 - 2 Borussia Dortmund (1-5)