Cristiano Ronaldo hevur skotið kappingarmál nummar 900

39 ára gamli Cristiano Ronaldo heldur fram við at skriva søgu

Í kvøld hava Portugal og Kroatia spælt dyst í bólki 1 í deild A í Nations League á Estadio de Luz í Lissabon.

 

Í 34. minutti av dystinum var søga skrivað. Tá skoraði 39 ára gamli, Cristiano Ronaldo sítt kappingarmál nummar 900, tá hann økti til 2-0 til Portugal. Talan var um mál nummar 131 Ronaldo hevur skotið fyri Portugal. Tað skrivar íslendska Morgunblaðið. 

 

Tey 900 kappingarmálini, ið Cristiano Ronaldo hevur skotið fordeila seg soleiðis:

 

450 fyr­i Real Madrid.

145 fyr­i Manchester United.

131 fyr­i Portugal.

101 fyr­i Ju­vent­us.

68 fyr­i Al Nassr.

5 fyr­i Sport­ing Lissa­bon.

 

Cristiano Ronaldo stillar neyvan gaggurnar fyrrenn hann hevur rundað tey 1.000 málini.