Crystal Palace og Rayo Vallecano, ið eru lið úr høvuðsstaðnum í ávikavist Onglandi og Spania, London og Madrid stórfegnast í kvøld saman við fjepparum sínum.
Palace og Rayo skulu spæla finaluna í Conference League á Red Bull leikvøllinum í Leipzig í Týsklandi. Talan er um søguskriving, tí hjá báðum liðunum er talan um fyrstu evropeisku finaluna.
Finalan verður spæld mikukvøldið 27. mai.
Liðið sum vinnur finaluna fer sostatt at skriva glæsuliga søgu. Eisini er tað gott fyri fótbóltin, at lið sum ongantíð hava vunnið eina evropeiska kapping áður sleppa framat fatinum.
Crystal Palace vann ein tryggan samlaðan 5-1 hálvfinalusigur á Shaktar Donetsk. Í kvøld gjørdist talan um 2-1 heimasigur á Selhurst Park leikvøllinum.
Rayo Vallecano megnaði eisini á útivølli at vinna 1-0 á Strasbourg, og sostatt ein samlaðan 2-0 hálvfinalusigur.
Crystal Palace hevur favorittstøðuna hjá veddingarfyritøkunum undan finaluni móti Rayo Vallecano.
Crystal Palace-Shakhtar Donetsk 2-1 (1-1) - Palace vinnur samanlagt 5-1.
1-0 sjálvmál ('25 )
1-1 Eguinaldo ('34 )
2-1 Ismaila Sarr ('52 )
Strasbourg-Rayo Vallecano 0-1 (0-1) - Rayo vinnur samanlagt 2-0.
0-1 Alemao ('42 )











