Vit hava øll sæð tað: Tú fært eina tilnevning, ið sigur, at tú skalt leypaa á sjógv. Gert tú hetta ikki, skalt tú gjalda ein »all-inclusive« túr í biograf. Hetta skal sjálvandi takast upp og leggjast á Facebook. Tilnevningin kann skiljast sum eitt nýmótans ketubræv, tí ein skal tilnevna fýra aðrar persónar, ið gera eftir somu boðum.
Lesið eisini: Hoppi-aldan er ein gáta
Facebook síðan hjá nærum hvørjum føroyingi og dana hevur verið fyltur av slíkum filmsbrotum av fólki, ið leypaa á blámann seinastu vikurnar. Tó er líkt til, at fyribrigdið ikki er nýtt, skrivar danska gratisavísin metroxpress.
Cult byrjaði »hoppi-alduna«
Í februar var tað »neknominatiónin«, ið spjaddi seg kring allan heim gjøgnum alnótina. Ein donsk fyritøka handan orkudrykkin CULT fekk íblástur frá neknominatiónini, og evnaði eitt líknandi átak.
Í mars almannakunngjørdi CULT, at leitað varð eftir teirri góðu orkuni hjá ungum dønum. Í tí sambandi mælti CULT ungum fólki til at hoppa í kaldan sjógv við einari CULT-dós í hondini, meðan tey skuldu rópa »góð orka vinnur altíð«. Hetta skuldi sjálvandi takast upp, og restin er søga.
Tó tóku ungu fólkini ikki CULT-tilnevningina til sín. Hinvegin eru fleiri hundrað fólk farin útí kaldan sjógv uttan eina CULT-dós um páskirnar. Sum støðan er nú, er tað ikki líkt til, at hvørki danir ella føroyingar hava hug at steðga við hesum nýmótans ketubrævi í løtuni.