Dýggjvátt og gott

Tað er heilt ófatiligt, at tað kann regna so nógv og so leingi, sum tað gjørdi í Klaksvík um vikuskifti. Og líka so ótrúligt er tað, at túsundtals fólk kortini velja at fara á festival. Tað staðfestir bara týdningin og tokkan, festivalurin hevur millum føroyingar

65.000 fólk yvir í átta ár. Tað gevur eitt pent miðaltal, sum sigur, at omanfyri átta túsund føroyingar hava vitjað Summarfestivalin seinastu átta árini. Nøkur nøvn hava gingið aftur so at siga hvørt einasta ár. Hanus G. Johansen, Dynamitt og annaðhvørt Frændur ella Eyðun & Terji, eru altíð á skránni. Hetta er nakað sum fyriskipararnir ynskja og sum fólkinum – ella í hvussu so er stórur partur av teimum, sum koma á Summarfestivalin – dáma.
Men nakað annað, sum hvørki fyriskiparum ella fólkinum dámar, men sum næstan er líka sjálvskrivaður partur av skránni, sum áður umrøddu tónleikanøvn, er ófantaliga veðrið. Aftur í ár tóku veðurgudarnir yvir og gjørdu seg sjálvar til høvuðsnavn á fólksliga festivalinum í Klaksvík.
Liggur teirra lutur í at seta sín serliga gjøgnumtreingjandi og rennváta dám á tónleikatiltakið í Klaksvík, so kunnu teir siga “mission completed”. Men liggur teirra lutur í at oyðileggja góðan hýrin, avblása konsertir og sum heild bara at spolera familjutiltakið, so miseydnaðist uppgávan – og tað við lít!
Stutta niðurstøðan eftir drúgva festivalin er, at hann var ein succés. Hóast tunna skrá og vátar gestir, so var festivalurin væleydnaður. Ikki, eins og Dimmalætting skrivaði um G! Festivalin, at ársins útgáva var tann besta nakrantíð, men festivalurin var væleydnaður, soleiðis sum samansetta orðið skal skiljast. Summarfestivalurin eydnaðist væl.
Var veðrið betri, so var festivalurin ivaleyst uppaftur betri. Og høvdu tónlistarligu tilboðini verið betri ella forkunnugari, so taldi tað bara tann góða vegin í samlaðu metingini av festivalinum. So høvdu vit helst tosað um besta festivalin nakrantíð.
Fyri at tosa um besta festivalin nakrantíð, skulu allir faktorar ganga upp í eina hægri eind, men tað gjørdi tað ikki hesaferð. Stóra høvuðsnavnið manglaði og veðrið var vánaligt. Júst sum á G! Men soleiðis sum umstøðurnar einaferð vóru, so var ársins Summarfestivalur væleydnaður.

Ársins rock- og poppbrak
Sagt varð, at festivalurin í ár hevði trý minni høvuðsnøvn heldur enn eitt stórt høvuðsnavn, eins og Westlife í fjør. So kunnu vit kjakast um, hvat er betri leisturin og um ikki talan bert er um undarførslur, tí tað ikki eydnaðist at fáa heilt stóra navnið í ár. Tað, sum vit illa kunnu kjakast um, er tónlistarligu góðskuna, tá ársins høvuðsnøvn spældu.
D-A-D hevði eitt brak av einari rockkonsert á Vágsbøi. Rasmus Seebach syrgdi fyri einari poppveitslu, ið ikki hevur sæð sín líka í Føroyum áður. Og Bobby Bare livdi eisini upp til vónirnar hjá fólki. Trý ymisk nøvn, sum tónlistarliga peika tríggjar ymsar vegir, men sum øll hildu eitt ógvuliga høgt støði – og sum á hvør sín hátt góvu áhoyrarunum eina uppliving, tey seint gloyma.

Vánaligt!
Hinvegin hevði festivalurin eisini síni lýti. Tað er ikki virðiligt mótvegis fjøldini, at taka avlýsa framførsluna hjá einum bólki, tí ein annar bólkur kom so seint í gongd og tískil ikki yvirhelt tíðarætlanina. Snøgt sagt vánaligt, at tað skal taka meir enn ein tíma at flyta ein bólk frá einum palli til annan. Uppaftur vánaligari er tað, at Eyðun & Terji verða presenteraðir av einum manni, fyri so verða avlýstir av einum øðrum.
Frændur kunnu heldur ikki vera serliga ernir av síni framførslu. Steintór Rasmussen hevur nógv rós uppiborið fyri alt møguligt, men nakar stórur sangari hevur hann ongantíð verið. Hetta varð staðfest á festivalinum, men tað sum verri var, var at bæði Eyðun Nolsøe, Rani Nolsøe og Steintór allir sungu skeivt ella lupu ørindi um. Til eina sangløtu skal tað bara ikki koma fyri, men tað gjørdi tað, fleiri ferðir enn tá, og tað er ikki nóg gott.
Somuleiðis var lítli pallurin í ár, tann sonevndi Føroya Tele pallurin, avgjørt ikki nakað at rópa hurrá fyri. Tá var gamli Silvapallurin munandi meiri sjarmerandi, umframt at hann eisini lá betri fyri. Í øllum førum áttu fyriskipararnir til næsta ár at funnið eitt betri pláss, enn tað, sum millum hegnið við høvuðsinngongina og Føroya Tele-bygningin.
Eisini eru tilboðini, sum ikki eru beinleiðis tengd at sjálvum festivalinum, hampiliga avmarkað. Á G! hevði tú eitt nú verkstovur, heitar pottar og saunu, men somu tilboð ella okkurt sum minnir um tað, bar tú ikki eyga við á Summarfestivalinum.
Annars er tað ikki heilt rætt at samanbera festivalarnar báðar. Sum Malan Eyðunsdóttir so væl segði á Rás2 fyrr í summar, so var talan um tveir so ógvuliga ymiskar festivalar, við hvør sínum styrkjum og sum báðir tí eiga at upplivast. Tí er heldur ikki heilt rætt at samanbera G! og Summarfestivalin.
Tá tað er sagt, so hava fyriskipararnir á Summarfestivalinum rós uppiborið fyri ikki at spara við útgerð til stóra pallin. Ljós, ljóð og tað sum har til hoyrir, var ein frægd at uppliva. Ein festivalur skal helst geva nakrar upplivingar, men hesar oyðileggjast, um útgerðin ikki er í lagi. Tað var hon fyri tað mesta á Summarfestivalinum – og tí eydnaðist Summarfestivalurin eisini so væl sum hann gjørdi!

rolant@sosialurin.fo