Dálking sæst ikki aftur í seyði í Føroyum

Seyður er ikki dálkaður við dioksini ella PCP, hóast hann hevur gingið tætt við gomul tyrvingarpláss.

Tað vísir ein nýggj kanning hjá Umhvørvisstovuni.

Umhvørvisstovan sigur, at eftir at hava kannað mold rundanum gomul tyrvingarpláss, var ikki óhugsandi at seyður, sum hevur gingið á hesum økjum, var merktur av dálkingini.

- Men so var ikki, leggur hon afturat.

Longu í eini kanning í 2009 varð ávíst, at tann dálking, sum var í moldini á tyrvingarplássunum á Krossi í Sundalagnum, í Trongisvági ella í Vatnsoyrum, ikki sást aftur í seyði, sum hevur gingið við hesi øki.

Og ein kanning í fjør staðfestir, at tað er enn minni blýggi, PCB og dioksin í seyðinum enn tað var í 2009.

Sostatt vóru øll ES-markvirðir væl og virðiliga yvirhildin, sigur Umhvørvisstovan.

Hægsta innihaldið av dioksini varð ávíst í lombum úr Trongisvági í 2009, og var hetta 0,97 pg TEQs/g, men í eftirkanningini í 2011 var innihaldi bert til 0,31 pg TEQs/g.

Hægsta innihaldið av PCB varð ávíst eisini í lombum úr Trongisvági, og var hetta 2,7 ng/g feitt, sum er langt undir galdandi ES-markvirði upp á 40 ng/g.

Sostatt verður staðfest, at eingin serstøk dálking av seyði við PCB kundi ávísast í hesum báðum kanningum og Umhvørvisstovan væntar, at hetta er vanliga støðan í Føroyum.

- Samanumtikið kann staðfestast, at kanningin í 2011 vísir, at seyður, sum hevur gingið á og við gomlu tyrvingarplássini á Krossi í Sundalagnum, í Vatnsoyrum og í Trongisvági, hevur eitt lágt innihald av blýggi, PCB og dioksini, og hesi vóru enn lægri samanborið við kanningina í 2009, sigur Umhvørvisstovan.

Myndin vísir, hvussu nógv dioksin og PCB var í seyðatálg í 2009 og 2011 í seyði, sum hevur gingið á gomlu tyrvingarplássunum Á? Krossi í Sundalagnum, í Vatnsoyrum og í Trongisvági