Fótbóltur
Umframt eitt tap fingu fuglfirðingar eisini tvey reyð kort við sær, tá teir vitjaðu í Runavík mikukvøldið.
Ónøgdin um dómaraavrikið var somikið stór, at fuglfirðingar valdu at kæra hetta til FSF. ÍF vísti í hesum sambandi á, at tey als ikki mettu talan vera um brotsspark tær báðar ferðirnar, sum dómarin gav NSÍ møguleikan úr 11 metrum, og hartil vildu tey í ÍF vera við, at talan var um tjúkka rangstøðu, tá Óli Hansen skoraði sigursmálið í dystinum.
Kravið var í fyrsta umfari, at FSF ásetti nýggjan dyst, og í øðrum lagi, at leikbannini hjá Alexander Jovevic og Balazs Sinko vórðu strikað.
Dómarans meting
Tá talan var um kæru um leikbann, boðaði Kappingarnevndin hjá FSF alt fyri eitt frá, at málið skuldi viðgerast, áðrenn komandi umfarið.
Tí hevði nevndin fund leygardagin, men hetta hjálpti nú ikki ÍF tað stóra. Ein ófrávíkilig regla innan ítróttarheimin er, at dómarans meting kann ikki broytast, og hetta vísti Kappingarnevndin eisini á í sínum svari til ÍF.
»Dómarin og hjálpardómararnir í nevnda dysti lúka tær treytir, sum eru kravdar fyri at døma í Formuladeildini. Í einum fótbóltsdysti er tað dómarin, sum saman við hjálpardómarunum dømir dystin, og er tað meting dómarans sum ger av, hvussu dømt verður. Vísandi til grein-5 í Fótbóltslógini eru avgerðir dómarans endaligar«, sigur Kappingarnevndin millum annað í sínum úrskurði í málinum.