Dómarar, venjarar og profilar í fokus

ÍtróttarSosialurin: Ónøgdir venjarar og profilar, sum sita á bonkinum

Í ítróttarSosialinum, sum kemur á gøturnar saman við Sosialinum í dag, ber til at lesa alt um 8. umfar í landskappingini í fótbólti. Dómarar, venjarar og profilar vóru í fokus og hugt verður nærri at fleiri av støðunum og umstøðunum.

 

Keyp Sosialin á netinum við at trýsta HER

 

Dysturin hesa vikuna er millum NSÍ og 07 Vestur. Hugt verður nærri at avbjóðingunum hjá NSÍ, um teir skulu halda 70 ára føðingardag sum FM vinnari. Umframt tað eru spælarametingar.

Les alt um 8. umfar í landskappingini.

 

B68 fekk um endan móti næstbesta liðnum hjá NSÍ, men afturgangandi søgan er, at tey stóru blíva størri. Í ÍtróttarSosialinum er samrøða við Súna Olsen, venjara hjá B68, um avbjóðingarnar í felagnum og 1.deild sum heild.

 

Andrew av Fløtum er aftur í HB og kom inn í dystinum móti EB/Streymi. Hann spældi í síni vanligu troyggju við 10-talinum á rygginum. - Eg havi ikki sett nakað krav, sigur Andrew av Fløtum, suim svarar fimm spurningum í blaðnum í dag.

 

Eisini er ummælið av bók um Jóhan Cruyff, dagføring av útisetunum, har Jóan Símun Edmundsson er smáskaddur og stuttsøgd ítróttartíðindi.

 

- Tað er í ordan at seta krøv – og kanska skuldi FSF sett enn størri krøv í summum førum – men tað inniber eisini at seta sær sjálvum krøv.

 

Brot úr klummuni, sum er í blaðnum hesaferð.