Dómari fekk stein í høvdið

Dystur í suðuramerikonsku fótbóltskappingini mátti blásast av, tá ið dómarin fekk ein stein í høvdið og fór at bløða illa

Fótbóltur

 

Tað gongur hart fyri seg í suðuramerikonskum fótbólti - bæði á og uttanfyri vøllin. Tað kundi bolivianski dómarin, Jorge Calderon, staðfesta, tá ið hann í gjárkvøldið bleiv raktur av einum steini meðan hann var í holt við at døma ein dyst. Dysturin, sum var ímillum Olimpia og Universidad Catolica de Chile í suðuramerikonskum kappingini, Copa Sudamericana, bleiv stundisliga avlýstur - bara tríggjar minuttir fyri leiklok.

Steinurin bleiv tveittur frá áskoðaraplássunum, har tað javnan gongur hart fyri seg í Suðuramerika.