Dømdu sjálvi í Vági

Eingin dómari var komin til Vágs sunnudagin. Skuldi dysturin avgreiðast, varð neyðugt við alternativum dómarapari

Hondbóltur

Fleiri ferðir í vetur hevur verið tosað um dómaratrotið, sum er í føroyskum hondbólti, og onkra ferðina eru dystir eisini fluttir og/ella útsettir, tí ikki hevur verið gjørligt at fáa dómarar til dystin.
Tað var tó ikki dómaratrot, sum var orsøkin, tá eingir dómarar møttu í Vági, har VB um vikuskiftið hevði heimadyst móti VÍF.
Longu um mánaðarskifti varð hálvgum avrátt, at Birgir Sondum og Hanus Kúrberg skuldu til Vágs at døma, men endaliga váttanin um hetta fann ongan tíð vegin fram, og sjálvir vistu dómararnir av ongum, fyrr enn teir á Facebook kundu lesa, at teir ikki vóru møttir til dyst.

Rós til feløgini
Hartvig Joensen er dómarasamskipari, og hann harmast tað, sum hendi sunnudagin.
- Tað er ikki nøkur bílig umbering fyri hetta. Ein kiksari í samskiftinum bar við sær, at endaligu boðini ongan tíð vóru komin fram til teir báðar, og tað er ótrúliga keðiligt, sigur Hartvig Joensen, dómarasamskipari.

- Tá eg varnaðist hetta, var tað longu ov seint, so vit fingu ikki bøtt um støðuna. Eg játtaði tó alt fyri eitt, at kundu tey fáa eitt dómarapar við einum umboði fyri hvørt felag, so varð hetta góðtikið. Og eg eri sera takksamur fyri, at feløgini sýndu ábyrgd og fingu dystin avgreiddan, sigur Hartvig Joensen.
Teir, sum mannaðu samansetta parið vóru Jóhan Lind og Bogi Mortensen, og við hesum eydnaðist at avgreiða dystin, so hetta ikki órógvar tað, sum eftir er av kappingini. Men tað er eingin sum helst ivi um, at hetta er ein hending, sum hevur skapt reyð oyru, og sum elvir til eina uppstramman í mannagongdunum, sum eru galdandi, tá dómaraboð verða givin.