Ein 21 ára gamal maður var í gjár dømdur sjey mánaðir fongsulsrevsing fyri harðskap móti tveimum monnum og einum løgreglumanni, umframt at hava órógvað ein annan løgreglumann í tænastu.
Tað var eitt leygarkvøld í oktobur, at ungi maðurin var í býnum. Ákæruvaldið vildi vera við, at maðurin hevði endað í einum bardaga við tveir mans og hevði tikið kvørkratak á báðar.
Løtu seinni kom maðurin gangandi fram við eini pitsaria, har hann sær nakrar løgreglumenn tosa við ein vinmann.
Ákæruvaldið sigur, at maðurin tá legði upp í og órógvaði løgregluna í sínum arbeiði. Hann bleiv fleiri ferðir biðin um at traðka til síðis, men lurtaði ikki eftir.
At enda tók ein løgreglumaður hann til síðis og tá er tað, at ungi maðurin fyrst spýtur løgreglumannin í andlitið og síðani rívur politiradio av búnanum hjá løgreglumanninum og slær hann í høvdið við tí. Tá missir løgreglumaðurin takið og maðurin sleppur sær til rýmingar.
Maðurin noktaði seg sekan í ákærunum, men rætturin dømdi hann sekan í øllum ákærunum. Hann fekk sjey mánaðir fongsulsrevsing, harav fimm teirra eru treytaðir. Treytirnar eru, at maðurin fer í psykiatriska viðgerð fyri illsinni, um neyðugt á sjúkrahúsinum, at hann fer í viðgerð fyri rúsevnismisbrúk, um neyðugt á sjúkrahúsinum og at hann einki revsivert ger komandi tvey árini. Hann skal eisini rinda sakarmálskostnaðin.
Tríggir av mánaðunum eru reststraff frá einum treytaðum dómi fyri harðskap, sum 21 ára gamli maðurin fekk í januar í fjør.
Les eisini: Ungi maðurin varð leyslatin
Sum skilst var rættiliga rokaligt í býnum hendan sunnumorgunin. Fleiri ferðir var um at blíva áfast millum ymiskar bólkar, sum gingu í miðbýnum, og eina ferðina brustu teir saman. Tað er í kjalarvørrinum av einum bardaga, at skuldsetti maðurin skal hava tikið kvørkratak á ein annan.
Løgreglan váttaði, at hon fleiri ferðir hevði lagt upp í, tá hesin bólkarnir vóru farnir at keglast og at tað var í hesum sambandi, at hon var stødd inni í Pizza King um hetta mundi.
Løgreglan greiddi frá, at skuldsetti maðurin hevði sligið radio við nógvari kraft niður í høvdið á eina løgreglumanninum og sambært lækna kundi eitt slíkt slag verið lívsvandamikið.
20 ára gamli maðurin varð dømdur fyri millum annað trý føri av harðskapi so seint sum í mars í fjør. Harðskapsmálini eru frá 6. septembur 2015, 1. novembur 2015 og 24. januar 2016. Hann fekk tá tríggjar mánaðir treytaða fongsulsrevsing. Royndartíðin er til 2018.