Dømdur fyri drápsroynd - fríkendur fyri uppreistur

42 ára gamli Romeo Galgo Tibobos úr Filipsoyggjunum var fríggjadagin dømdur fyri drápsroynd. Men nevningarnir frídømdu hann fyri at hava tikið ræðið á Tórsvík og fyri at hava framt myttarí. Nevningarnir søgdu eisini, at ákærdi var óútrokniligur av sinnissjúku.


Filipinarin, sum fríggjadagin var dømdur fyri drápsroynd, verður vístur úr Føroyum með alla, og hann skal gjalda skiparanum á Tórsvík góðar 92.000 krónur í endurgjaldi.
Filipinski maðurin var ákærdur í fimm punktum.
Tað fyrsta var ein ákæra fyri “ulovlig tvang, frihedsberøvelse og trussel” har maðurin var ákærdur fyri at vera farin inn í kahúttina hjá yvirstýrimanninum og hava hótt hann við signalpistól og knívi, meðan hann hevði sagt at hann fór at drepa hann og síðan bant hann við einum togi og einum fartelefon leidningi. Tann ákærdi hevði frammanundan viðgingið partar av hesum ákærupunkti, men var dømdur fyri meir enn tað, sum hann hevði viðgingið.
Annað ákærupunktið var “forsøg på manddrab, ulovlig vang og trussel”, umframt “legemsangreb af særlig rå, brutal eller farlig karakter og trussel”.
Maðurin var ákærdur fyri at hava roynt at drepa skiparan, við minst 12 ferðir at stinga hann við knívi, meðan hann eisini hevði eina signalpistól rættaða ímóti honum, so skiparin ikki kundi ríma ella tilkalla hjálp. Tann ákærdi noktaði, at hann ætlaði at drepa skiparan, men viðgekk at hann hevði framt harðskap. Undir hesum punktinum var ákærdi dømdur fyri drápsroynd og fyri at hava stungið skiparan minst 9 ferðir við knívi.
Triðja ákærupunktið var um “ulovlig tvang og trussel”. Maðurin var ákærdur fyri at hava hótt maskinmeistaran við signalpistólini, tá maskinmeistarin royndi at koma inn á brúnna. Hetta punktið hevði ákærdi viðgingið og var dømdur fyri.
Fjórða punktið, maðurin var ákærdur fyri, var at hava tikið stýringina ella yvirtikið tamarhaldið á skipinum, og hildið hana í minst hálvanannan til tveir tímar, tí eingin tordi at koma inn á brúnna. Ákærdi hevði noktað seg sekan í hesum ákærupunktinum og var eisini fríkendur í tí.
Undir fimta ákærupunktinum var maðurin ákærdur fyri ikki at hava fylgt teimum boðum, hann hevði fingið í tænastuni, og fyri at hann gera uppreistur og nokta at vera lýðin fyri leiðsluni umborð á skipinum. Maðurin noktaði seg sekan í ákæruni, og var fríkendur fyri at hava gjørt uppreistur, men var dømdur fyri at hava noktað leiðsluni lýdni.
 
Dómurin
Tað tók nevningunum, átta kvinnum og fýra monnum, fýra tímar at avgera um maðurin var sekur, og tann avgerðin er endalig. Nevningarnir og dómarin gjørdu tó skjótt av, tá ið revsingin skuldi ásetast. Ákæruvaldið fekk viðhald í, at maðurin skal innleggjast á sinnissjúkrahús. Verjin hjá filipinaranum Jógvan Elias Winther Poulsen bað um umhugsunar tíð, til at avgera, um hann vil kæra dómin ella ikki.
Verjin hevur møguleika at kæra, um maðurin skal innleggjast á sinnissjúkrahúsi, sum ákæruvaldið hevði biðið um. Ella um dómurin kann broytast til at fylgja viðmælinum hjá Rættarlæknaráðnum um, at maðurin skuldi fáa dóm um viðgerð á sinnissjúkrahúsi. Umhugsunar tíðin er 14 dagar.
 
Innlegging ella viðgerð
Munurin á um maðurin er dømdur til at vera innlagdur á sinnissjúkrahúsi, ella um hann skal fáa dóm um viðgerð, er, hvør kann avgera, nær hann kann fáa útgongd, og nær hann kann vera royndarútskrivaður.
Um maðurin fær dóm um viðgerð, er tað yvirlæknin á sjúkrahúsinum, sum kann avgera, nær hann fær útgongd, og nær hann kann royndarútskrivast. Tað vil siga, at tað er ein læknalig meting. Rætturin skal tó avgera, um ein dómur um viðgerð skal takast av.
Nú maðurin hevur fingið dóm um at vera innlagdur á sinnissjúkrahús, er tað løgreglan, ið skal avgera, nær hann kann fáa útgongd, og rætturin skal góðkenna tað, tá hann skal royndarútskrivast. Í hesum føri er tað ein læknalig og ein løgfrøðilig avgerð, nær hann kann sleppa út.
Ákæruvaldið bað um, at hann skuldi fáa ein dóm um at vera innlagdur, út frá einari trygdar meting, grundað á álvarsemið av brotsverkinum.
- Tann ivin sum er, um hvussu vandamikil tann ákærdi er, skal ikki koma honum til góðar. Tann ivin skal koma samfelagnum til góðar, sigur Linda Hesselberg, sum var ákæri í sakini.