Dømingin hin sama

Dømingin verður á leið hin sama og dentur verður lagdur á somu eginleikar sum seinast, sigur samskiparin av Prix Føroyum, Fróði Vestergaard. Eini 10 dómarar døma hvørt umfar, men til endaliga umfarið verður kanska onkur broyting, t.d. verður stórur partur av dómarunum útlendingar

Tá Prix Føroyar fer av bakkastokki um vikuskiftið, so er ikki so nógv broytt viðvíkjandi dømingini.
- Nei, har er ikki nógv broytt. Dómararnir hava á leið somu punkt at halda seg til, tað vil siga framførsla, tónleikadygdir, samband við áhoyrarar og annað. Bert onkur smávegis broyting er, sigur Fróði Vestergaard.
- Til innleiðandi umførini eru eini 10 dómarar. Vit hava, eins og undanfarin ár, roynt at finna fólk við skil fyri tónleiki, og sum tola at hoyra eitt sindur av hvørjum. Tað vil siga, at tey duga at meta um, hóast okkurt kanska ikki júst er teirra yndis tónleikaslag, sigur Fróði.
Til endaliga gallakvøldið, finaluna, verður eitt sindur øðrvísi. Minst helmingurin av dómarunum verða útlendingar. Tað verður eisini sum heild eitt øðrvísi endaumfar, enn vit hava sæð áður. Atlantic Music Event kallast tað og er talan um eitt gallakvøld við ymsum framførslum og teimum trimum prixluttakarunum, sum eru komnir víðari frá semifinaluni í høllini í Trongisvági.
- Vit royna, at alt hetta kanska ikki skal koyra so nógv uppá kapping. Fyri tey sum lurta skal talan verða um eina tónleikauppliving. Sama er galdandi fyri tónleikararnar, men at onkur so fær vinning, tað er so tað, sigur Fróði Vestergaard.
                     
Heimasíða dagførdÍ løtuni verður nógv orka løgd í at fáa heimasíðuna prix.fo dagførda. Hetta er sera virkin heimasíða, har kjak, myndir og upplýsingar og annað er at finna, men bólkar hava eisini møguleika at leggja sín tónleik út á sín part av síðuni. Samstarv og loyvi er frá Koda, so alt er avgreitt í so máta, og so er bert upp til bólkarnar at finna útav, hvussu nógv teir gera burturúr og hvat teir leggja út.