Dámligir bohémar

G. Puccini: La Bohéme. Rialto Leikhúsið í Keypmannahavn í Norðurlandahúsinum sunnukvøldið.

Onkursvegna kennist tað skeivt at brúka orðið bohéme á føroyskum. Ikki einans sær tað løgið út á prenti, sjálvt hugtakið tykist eisini fremmant í okkara mentanarhøpi. Bohémar hildu til í stór-býunum. Teir vóru ungir og treystir og royndu at vinna sær framá innan føgru listirnar. Teir løgdu ikki petti í verðsliga tign ella borgarlig størv. Teir livdu fyri listina og kærleikan. Mangan var tó tómligt í pengapunginum, og evarska stutt var millum tað vónríka og tað vónleysa. Sum árini liðu, og nðggjar sosialar skipanir vunnu fram, fækkaðust bohémarnir. Eyðsæð er ikki so lætt at kenna súsið av lívinum á eggini, tá studningur ella a-skipan eru at detta aftur á.

Tá Puccini í 1896 skrivaði La Bohéme, bygdi hann á endurminningar hjá einum studenti í París. Italska tónaskaldið megnaði í operuni at endurgeva sjálvan pulsin í bohémelívinum og skapti eitt so spennandi symfoniskt verk, at sjálvt Debussy, sum annars ikki torgaði Puccini, helt fyri, at hetta var higartil besta lðsingin av tátíðarinnar París.

So satt at siga var ein ikki væntin um framførsluna hjá Rialto Leikhúsinum í Norðurlandahúsinum sunnukvøldið. La Bohéme er ein tann kendasta operan yvirhøvur, og her skuldi eittans klaverið bera allan tónleikin hjá Puccini. Hartil vóru sangararnir ikki millum teir royndastu. Fyrsta akt var heldur ikki sannførandi. Hetta var ikki rættiligt bohémelív. Hóast pallurin skuldi ímynda tað kalda loftskamarið, har teir báðir, yrkjarin Rodolfo og listamálarin Marcello, vóru staddir, so eydnaðist ikki rættiliga at mana kuldan og spírandi kensluna av vónloysi fram. Tað er jólaaftan, og Rodolfo tveitir handritið í ovnin fyri at fáa hita. Seinni kemur tann vakra Mimi á gátt, hon bðr dyr um dyr við Rodolfo. Hon er sjúk og veik. Áhoyraranum er greitt, at okkurt ófrættakent er í væntu. Rodolfo hinvegin, sær einans kærleikan. Hann greiðir Mimi frá sínum lívi í kendu ariuni Che gelida manina. Danski tenorurin Sune Rémi Hjerrild hevði júst í hesu framførsluni eitt brá av fatalismu, aksla-ypping, sum leikluturin annars ikki leggur upp til. Hinvegin var hann góður í hæddini, og røddin hevði ein penan klang, sum vigaði upp ímóti vantandi fylluni.

Vónandi hevði onkur ávarað sangararnar ímóti føroysku áskoðarunum, sum sótu pinnastillir, tá arian var liðug. Aðrastaðni er ikki óvanligt, at kendastu ariurnar verða fagnaðar við lógvabrestum.

Norska sopranin Turi Olin Grimstad kom sum heild væl frá sínum leikluti sum Mimi. Hon svarar Rodolfo við síni stóru ariu Mi chiamano Mimi, og greiðir frá um sína meiri lítillætnu tilveru.
Bæði klavertónleikurin, og tann spartanska uppsetingin í stóru høllini í Norðurlandahúsinum, har ljóssetingin skapti leikrúmið, komu betri til sín rætt í aðru akt. Nøkur kaféborð vóru á pallinum, og so vóru vit knappliga á kafé í metropolinum París. Ferð er á tónleikinum og dialoginum. Musetta trínir innar á kaféina til Rodolfo, Mimi og Marcello, og so kemur enn meira ferð á. Anna Kathrina Borjeson hevði helst ta mest spennandi røddina, og gav nærum leiklutinum sum Musetta størri tðdning enn søgan loyvir. Hon spældi stak væl, men tað gjørdu hini eisini. Ikki minst barytonurin Joachim Knop í leiklutinum sum Marcello. Hóast røddin ikki hevði so nógvar littónar, so var ein sannur bohéme-dámur yvir honum.

Í triðju og fjórðu akt høvdu søgan og framførslan fingið fastatøkur á áhoyrarunum. Leikstjórin Anders Ahnfelt-Rønne hevði lagt skilligan dent á tað leiklistarliga, og tað hóskaði væl, tá karmurin meira var eitt leikhús enn eitt operahús. Leikstjórin spældi sjálvur klaver, og tað er eisini honum at takka, at ein aftur og aftur bleiv mintur á, hvussu nógvur góður tónleikur er í operuni. Rætti vinnarin gjørdist sostatt Puccini, væl stuðlaður av dámligu fólkunum úr Rialto Leikhúsinum.

Annars - siga tey kønu - eru bestu innspælingarnar av La Bohéme Pavarotti/Freni/Karajan á plátufelagnum Decca, Bjørling/De los Angeles/Beecham á RCA Victor og Bergonzi/Tebaldi/Serafin á Decca.

Kelda: The Penguin guide to compact discs and cassettes.