? Latið mannin fyrst sleppa í gongd, sigur Dánjal Andreasen, formaður í FSF.
? At fílast inn á Fótbóltssambandið er í lagi, men betri skuldi verið tikið ímóti manninum, tí hann hevur onki gjørt enn.
Dánjal Andreasen sigur, at tað sjálvandi hevði verið ynskiligt, at havt ein venjara, sum er í Føroyum alt árið, men teir fíggjarligu karmarnir loyva hesum ikki, so venjarin er valdur út frá einum fíggjarligum støði.
Henrik Larsen varð annars settur í starv frá 1. juli, og ikki frá hálvum apríl.
Men er tað so rætt, at hava ein hjálparvenjara, sum hevur eitt annað lið at taka sær av?
? Hjálparvenjarin hevur verið venjari í seks ár nú. Eisini hevur hann verið ungdómsvenjari í nógv ár, og er hann ein tann maðurin, ið kennir teir føroysku spælararnar best, sigur Dánjal Andreasen.
So boðskarpurin hjá formanninum í Fótbóltsambandinum er greiður. Henrik Larsen eigur at fáa ein møguleika áðrenn høgt verður eftir honum.