Ein stórur meiriluti av leiðarunum í teimum íslendsku vinnufyritøkunum hava ikki góðar vónir um framtíðina. Tvørturímóti halda teir útlitini hjá vinnulívinum vera vánalig, og støðugt færri teirra vænta sær nakran bata ta fyrstu tíðina.
Hetta er niðurstøðan í einari spurnarkanning millum leiðslurnar í 406 av teimum størstu fyritøkunum, og sum fjølmiðlarnir endurgeva.
63 prosent av teimum, sum svaraðu, siga, at støðan í vinnuni er ring, og hetta er sama úrslit sum í einari kanning, sum varð gjørd fyri trimum mánaðum síðani. Ein triðingur siga, at støðan er hvørki ring ella góð, og trý prosent siga, at tað stendur væl til.
Tey, sum skipaðu fyri kanningini, siga, at tað eru serliga vinnulívsleiðarar á bygd, sum eru dapurskygdir. 75 prosent av teimum siga, at støðan er vánalig.