Tann kendi amerikanski ríkmaðurin Donald Trump verður ofta biðin at halda fyrilestur um mangt og hvat, men tað er ikki hvør sum helst, ið kann senda boð eftir honum.
Herfyri helt Donald Trump fyrilestur á einari ráðstevnu í New York. Fyrilesturin vardi ein tíma, og fyri hann máttu fyrireikararnir gjalda hálva aðru millión dollarar, skrivar blaðið New York Daily News. Tað vil siga, at tað kostaði umleið 2500 krónur um sekundið at fáa tann kenda ríkmannin at halda fyrilestur.
Høvuðsboðskapurin hjá Donald Trump er, at ein skal ikki bera seg undan avbjóðingum, og at ein eigur at brúka allar snildir fyri at vinna á einum avbjóðara.