Landsdystir
Føroyingar spældu tveir sera ólíkar dystir móti sveisiska hondbóltslandsliðnum um vikuskiftið. Eftir frálíka avrikið fríggjadagin, vóru tað nógvir áskoðarar, sum høvdu leitað sær inn á Skála leygardagin, men tey, sum høvdu roknað við einari sensatión, vórðu send vónbrótin til hús.
Spurningurin er tó, um hesi yvirhøvur høvdu nakra orsøk til at vera vónbrotin. Stóri munurin í seinna dystinum var kanska ikki meira, enn roknast kundi við, og í roynd og veru sýndi hann bert tann munin, sum altíð vil vera millum at vera áhugaleikari og so at spæla á høgum støði í gerandisdegnum.
Góða úrslitið kostaði
Okkara leikarar góvu alt tað teir høvdu í fyrra dystinum millum londini. Úrslitið fornoktaði seg heldur ikki, men sýndi veruliga, at hava vit ein góðan dag, og allir leikarar geva sítt, so kunnu vit væl geva stóru tjóðunum ein skarpan gang.
Offurviljin frá fyrra dystinum gav tó væl og virðiliga baksláttur í seinna dystinum. Miðavektin á føroysku leikarunum mundi í øllum førum vera eini 10 kg undir tí hjá mótstøðuni, og hetta hevði sjálvsagt við sær, at fysiska slitagan eftir fyrra dystin var meira sjónlig hjá okkum. Meðan okkara í fyrra dystinum í fleiri førum skryktu seg leysar av vælvaksnu mótstøðumonnunum, so sást millum lítið og einki til hetta í seinna dystinum. Eisini í verjupartinum var møðin sjónlig. Fleiri útvísingar, tá okkara menn vóru ov seinir, eins og tað eisini tóktist lættari hjá sveisarunum at seta seg ígjøgnum við kropsligu styrkini.
Eitt er, at fysiska møðin var stór, men ein annar ? og kanska enn sjónligari ? veikleiki var, at sálarliga møðin eisini var ovurstór. Tað var eins og menninir ikki høvdu tað treiskni og tann ørskap, sum ofta er neyðugur, tá stór tøk skulu takast.
Sveisisku leikararnir eru yrkisleikarar. Teir hava dag og dagliga lært, at hvør dystur, hvør venjing er ein knallhørð uppgáva, har tað hvørja ferð ræður um at vera á toppinum. Okkara eru als ikki vanir við, at somikið krevjandi uppgávur eru so nær hvørjari aðrari, og tí var fyrri dysturin als ikki komin úr høvdinum, tá tann seinni byrjaði. Av leikarasamrøðum aðrastaðni í blaðnum framgongur eisini, at tað møgulia var nøgdsemið hjá leikarunum, sum var ov stórt eftir fyrra dystin. Teir høvdu tá staðið seg so væl, sum bert fá tordu at vóna, og tí var tað kanska við hugburði um, at »tað gongur nokk«, tá leikararnir fóru á vøllin á Skála.
Flott fríggjadagin
Meðan seinni dysturin sostatt ikki var nakað at reypa um, sæð úr einum føroyskum sjónarhorni, so var øðrvísi statt við fyrra dystinum.
Okkara menn byrjaðu kanska ikki so væl, og bæði í verju og álopspartinum gekst fyrstu løtuna striltið at fáa spælið at hanga saman á rættan hátt. Eftir spælinum at døma, kundi Sveis eisini meira ella minni avgjørt alt hesa fyrstu løtuna, men tíbetur fyri okkara, so hevði Jens Skipagøta valt hendan fríggjadagin til at lata sítt kanska higartil besta málmansavrik úr hondum. Serliga fyrstu løtuna var hetta viðvirkandi til, at okkara vóru í dystinum, og millum annað tók hann ikki færri enn fimm av fyrstu sjey sveisisku royndunum. Teirra millum eitt brotskast.
Tað var helst nakað óvæntað, at Jens skuldi byrja dystin í málinum, tí seinna dystin móti rumenum gav Jóhan í øllum førum prógv fyri, at hann ætlaði sær sessin sum fyrsti málverji. Eftir dystirnar hetta vikuskiftið er tað tó neyvan nakar, sum vil lasta venjaranum fyri valið av málverja.
Jens í essinum
At Jens soleiðis tók pippið frá sveisisku skjúttunum hevði helst eisini við sær, at leikararnir úti á vøllinnum ressaðust. Teir sóu av álvara, at mótstøðuliðið var til at tosa við, og ein fyri og annar eftir fóru føroysku leikararnir rættiliga at vinda seg.
Hans Áki spældi sum ein dreymur úti á veinginum. Í verjuni var hann bæði nærlagdur og ágrýtin, men tó ikki soleiðis at ágrýtni kastaði fleiri ferðir tveir fingrar av sær.
Janus Einar stríddist sum ein bjørn inni á strikuni móti væl vaksnu mótstøðumonnunum, og so var tað eisini, at Aki Olsen sýndi, hví hann má roknast sum vandamesti føroyski álopsleikarin. Tað tóktist at gera tað sama, hvat mótstøðumenninir gjørdu, til tess at forða fyri skotum frá hansara síðu. Úr so at siga øllum vinklum vórðu skotini latin av móti málunum, og onkursvegna fóru tey hvørja ferð súsandi móti málinum.
Alt hetta var viðvirkandi til, at sveisarar bert høvdu eina trý mála stóra leiðslu, tá farið varð til hálvleiks, og hóast tað var líkt til, at gestirnir vóru teir sterkaru, so høvdu áskoðaranir eina grundaða vón um, at seinni hálvleikur kundi gerast sera áhugaverdur fyri okkara viðkomandi.
Heini opnaði verjuna
Fyrra partin av seinna hálvleiki hendan dystin var tó ikki líkt til, at talan skuldi gerast um nakað serligt upplivilsi fyri okkara viðkomandi.
Sveisiska verjan, sum í stórum pørtum av dystinum tóktist ógvulgia sterk, hevði gott tak á. Okkara høvdu ilt við at spæla seg ígjøgnum, og spakuliga togaði Sveis seg longur frá okkum. Tá munurin var størstur, var hann sjey mál, men brádliga kom vend í. At vend kom í, var fyri ein stóran part orsakað av, at Heini Joensen tá varð settur út á veingin. Tað er væl møguligt, at Heini kanska er besti spælari, sum vit eiga til plássið á høgra bakki, men spurningurin er tó, um hann ikki ger størri nyttu á veinginum í landsliðshøpi. Í øllum førum so leingi, sum vit ikki hava eina rætta kanón á høgra veingi, sum samstundis er lámur.
Í øllum førum er tað ein sannroynd, at verjan í stóran mun nú sá seg noydda at ansa eftir úti á veinginum, og at tað tískil gjørdist tynri mitt fyri. Ikki at skilja soleiðis, at Johnny og Martin ikki gjørdu eitt gott arbeiði undan Heina, men tað er nú so, at spælir ein høgrahandaður spælari á høgra veingi, so er hann noyddur at koma væl inn á vøllin, fyri at gerast ein verulig skothóttan, og tí ber til at hava eina tættari verju.
Tungt á Skála
Sum nevnt, so fingu okkara ferð á móti endanum, og tað var heilt greitt, at teir hjá Sveis vóru alt annað enn fegnir um støðuna. Ein torir næstan ikki at hugsa, hvat kundi hent, um okkara vóru nóg kaldir, tá á stóð. Møguleikin fyri eini sensatión mundi tó fara við álopsfeilinum, sum Halgir framdi, tá hann og Ingi vóru á veg í kontra, men hóast tapið, so er einki at ivast í, at áskoðararnir fingu ein góðan dyst.
Ein dystur, sum var somikið góður, at nógv fólk leitaðu sær inn á Skála, har seinni dysturin var á skránni leygardagin.
Sum nevnt í byrjanini, so var hetta seinna umfarið tó als ikki nakar stórdystur fyri okkara viðkomandi. Menninir vóru moyrir, nú teir annan dagin á rað skuldu royna seg, og í roynd og veru, so var Jens Skipagøta helst einasti føroyski leikarin, sum kundi vera nøgdur um egna avrikið hesaferð.
At enda kann verða skoytt uppí, at hóast nógv fólk vóru í høllini á Skála, so hoyrdist hetta ikki serliga væl aftur. Um tað vóru áskoðararnir, sum væntaðu ov nógv, ella leikararnir, sum sýndu ov lítið, skulu vit lata vera ósagt, men lið okkara hevði í øllum førum ikki tikið skaða, um áskoðararnir høvdu stuðla teimum eitt sindur meira heilhjartað.
Dýrir lærupengar
Um sveisiska liðið er annars at skriva, at teirra spælistílur tóktist at hóska nógv betri til okkara leikarar, enn tann rumenski gjørdi fyri viku síðani.
Leikferðin gjørdist ongantíð tann heilt stóra, hóast teir í løtum royndu at seta ferð á. Nakað sum aloftast miseydnaðist, tí bóltførleikin ikki var nóg góður. Tað, sum teir ikki høvdu í teknikki, vunnu teir hinvegin inn aftur í kropsligari styrki. Bakkarnir vóru stórir og skotsterkir, og í verjupartinum arbeiddu teir sera hart alla tíðina. Leikluturin hjá Inga varð avmarkaður av sera offensiva 1?aranum, og yvirhøvur tóktist verjan at vera sera tung at koma ígjøgnum.
At tyngdin í sveisiska verjupartinum kostaði okkum dýst seinna dystin, er eisini ein sannroynd, sum nevnd er fyrst í greinini. Sum so er heldur ikki so nógv at siga um hendan dystin, annað enn tað, at okkara fingu sær ein dýrt keyptan lærupening.
Kropsligi parturin av hesum lærupeningi er kanska ikki nakað, sum vit fáa gjørt nakað við her og nú, tí hetta er arbeiði, sum tekur drúgt áramál at byggja upp, og sum skal byrjast longu í yngru deildunum.
Hinvegin eigur sálarligi parturin av avrikinum at geva okkara leikarum nakað at hugsa um. Sjálvsagt kemur hetta ikki eftir einum dysti, men komandi vikuskiftið hava okkara menn so møguleikan at prógva, at teir kanska hava lært okkurt. Talan er tá aftur um dystir dag um dag, og mótstøðan í tí dystinum tykist á ongan hátt lættari, enn hon hevur verið higartil.
Dystirnir í tølum:
Fríggjadagin, 12. januar
Ítróttahøllin á Hálsi
Føroyar-Sveis 24-27 (11-14)
Støður í dystinum:
10. min. 3-4
20. min. 8-10
40. min. 15-20
50. min. 20-25
Málskjúttar
Føroyar: Áki Olsen 9(1), Ingi Olsen 6(4)m Sámal Joensen 2, Bjarni Wardum 2, Heini Joensen 1
Sveis: Stefan Massa 6, Ivan Ursic 5, Robbie Kostadinovich 4, Thomas Gautsch 3, Pascal Jenny 3(2), Urs Schärer 2(2), Martin Settler 2, Zeno Läber 1, Michael Suter 1
Brotskøst: Føroyar 7, Sveis 7
Útvísingar: Føroyar 3, Sveis 5
Dómarar úr Íslandi: Guðjón L. Sigurðsson og Ólafur D. Haraldsson
Í stuttum:
Føroyska hondbóltslandsliðið gav áskoðarum sínum ein flottan hondbóltsdyst, sum eisini fekk minnið at leita aftur til góðu úrslitini fyri á leið fjórðings øld síðani. Hóndbóltsliga tóktust okkara at vera á hædd við mótstøðuna, og hóast stóran mun í kropsligu styrkini, so varð hetta nærum uppvigað av stríðsviljanum hjá føroysku leikarunum
Dagsins detalja
Bjargingarnar hjá Jens og skotini frá Áka. Hetta vóru avgjørt lutir, sum stuðlaðu upp undir góða føroyska avrikið
Leygardagin, 13. januar
Ítróttahøllin á Skála
Sveis-Føroyar 35-18 (15-8)
Støður í dystinum:
10. min. 4-1
20. min. 7-4
40. min. 24-9
50. min. 30-14
Málskjúttar:
Sveis: Robbie Kostadinovich 11(2), Jenny Pascal 7, Martin Settler 5, Ivan Ursic 4, Stefan Massa 2, Thomas Gautschi 2, Michael Suter 2, Urs Schärer 1(1), Zeno Läber 1
F-royar: Bjarni Wardum 4(1), Áki Olsen 3, Martin Hummeland 2, Janus Einar Sørensen 2, Heini Joensen 2, Ingi Olsen 2, Sámal Joensen 1, Hans Áki Dal Christiansen 1, Marius Joensen 1
Brotskøst: Sveis 4, Føroyar 3
Útvísingar: Sveis 4, Føroyar 7
Dómarar úr Íslandi: Guðjón L. Sigurðsson og Ólafur D. Haraldsson
Í stuttum
Eftir kanóndystin fríggjadagin høvdu nógvir áskoðarar leitað sær inn á Skála, men hesir fóru vónbrotnir heim til húsa. Føroyska liðið hevði brúkt alt krútið í fyrra dystinum, og battaríini vóru ikki nóg væl lødd til seinnu uppgávuna, og so gekk tað sum tað gekk. Skal nakað positivt síggjast í dystinum, má tað vera málmansspælið hjá Jens og so kollektivi lærupengin, sum føroyska liðið annars fekk.
Dagsins detalja
Sæð við føryskum eygum var langt millum hesar, men onkur av skotunum frá Bjarna vóru sannar perlur, eins og tann eina fríspælingin, sum Áki hevði í seinna hálvleiki