Tey 39.000 tonsini av olju, sum lóku úr tangaskipinum "Exxon Valdez", tá tað fór á land í Alaska fyri fjúrtan árum síðani, gjørdu óbótaligan skaða. Umleið 32.000 fiskimenn máttu finna sær okkurt annað at gera, nógvar vinnmufyritøkur mistu inntøku ella fóru á heysin, og dálkingin hevði stórar samfelagsligar avleiðingar við sær.
Í 1994 gjørdi eitt nevningating av, at oljufelagið ExxonMobil skuldi gjalda 30 milliardir krónur í endurgjaldi. Síðani hevur málið verið til kanningar ymsastaðni, og nú hevur ein dómstólur gjørt av, at oljufelagið skal gjalda 27 milliardir krónur í endurgjaldi umframt 13 milliardir krónur í rentum.
Peningurin skal býtast ímillum teirra, sum vórðu rakt av dálkingini, sigur dómstólurin, men tað verður hildið fyri vist, at ExxonMobil fer at kæra avgerðina, so tað skal viðgerast eina ferð afturat.